Ongi úrslit

Í morgin verður tað rættiliga spennandi hjá yvir 20.000 føroyingum

Áki Bertholdsen
3. mars kl. 11:23

Á Taks eru tey nú liðug at gera skattin fyri árið í fjør upp. Og úrslitið er, at hesar næstu dagarnar fáa yvir 20.000 føroyingar at vita um teir hava goldið ov nógv í skatti, ella um teir hava goldið og lítið.

Uppgerðin hjá Taks vísir, at 18.698 fólk hava goldið ov nógv í skatti og tey fáa so pengar aftur. Tilsamans fara tey at fáa samfullar 61,5 milliónir krónur aftur, sum tey hava goldið ov nógv.

Pengarnir koma á kontu mánadagin, 23. mars.

Hinvegin eru tað 1.753 fólk, sum hava goldið ov lítið í skatti og í næstum fara tey sostatt at fáa eina rokning frá Taks um at rinda tað, tey hava goldið ov lítið.

Tilsamans skulu tey rinda tilsamans góðar sjey milliónir krónur.

Annars vóru tað 23.154 fólk, sum hava goldið tað tey eiga, og sum sostatt hvørki fáa nakað aftur, ella skulu rinda meiri.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

Í gjár kl. 18:41

Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?

8. apríl kl. 11:38

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30