Ongi úrslit

Hvar eru vit?

Maria Holm-Jacobsen vísir við myndum sínum Føroyar fram, tó tykjast motivini næstan fremmand. Tey geva okkum møguleika at síggja umhvørvið á øðrvísi hátt. Myndaframsýningin HER er í forhøllini á Landsbókasavninum.

Tíðindaskriv
3. februar kl. 13:09

Hvar er myndin tikin? Tað er ofta fyrsti tankin, tá ein sær eina mynd av føroyska landslagnum. Hóast vit kenna motivini aftur í framsýningini HER: skelti, hegn, húsatekjur o.s.fr. leggja myndirnar ikki upp til at verða staðbundnar. Í staðin traðka linjur og flatar fram. Snórabeinu kompositiónirnar, fáa motivini at tykjast óverulig, næstan sum kulissir.

“Mær dámar væl, tá fólk spyrja meg, hvat tað er, tey hyggja at. Um tað er veruligt” sigur Maria Holm-Jacobsen. “Tað merkir, at myndin flytur hugsanina um, hvar vit eru”.

Við myndunum kemur ein ófriður á okkum. Vit kenna ikki umhvørvið aftur, og kenslan fær okkum at síggja landið við øðrum eygum.

 

Ein av myndunum var við á Ólavsøkuframsýningini  á Listasavni Føroya 2025.

Myndaframsýningin stendur frammi til 1. August, tá bókasavnið er opið. Og tað er - sum altíð - ókeypis atgongd.

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14