Ongi úrslit

Hús fóru rættiliga illa av eldi

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í einum húsum á Tvøroyri.

Løgreglan sigur, at fráboðanin kom klokan 17.50 og tað tók meiri enn hálvan annan tíma at sløkkja.

Eitt fólk var í húsunum, men tað kom út í øllum góðum.

Umframt sløkkiliðið á Tvøroyri, varð sløkkiliðið í Vági eisini boðsent.

Løgreglan sigur, at klokkan 19.30 var eldurin sløktur.

Húsini eru rættiliga illa farin og nú fara tey so at kanna um tað ber til at fáa greiði á, hví eldur kom í.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

Í gjár kl. 11:41