Skráin fyri Huldulitt 2026 er nú avdúkað á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn og teirra sosialu miðlum. Hetta er aðru ferð at Huldulitt verður í Havn og eru enn fleiri tiltøk á skrá í ár, enn tað vóru í fjør, og ber hetta brá av, at fólk hava tikið Huldulitt til sín; “ Ja, tað er onki at ivast í, at havnarfólk og føroyingar sum heild hava tikið væl ímóti hesum tiltrongda tiltakið, sum skapar ljós í eini myrkari tíð”, sigur Siri S. Hansen, varastjóri í Visit Tórshavn.
Huldulitt byrjar við eini setan í Listasavnið Føroya, leygardagin 31. januar kl. 16.00, og er tað Elsa Berg, borgarstjóri, sum setur Huldulitt. Síðan fer Hjálmar Dam at siga eina søgn og Lyon Hansen at spæla nøkur løg. “Aftaná tendra ljósini í viðarlundini, miðbýnum og gamla kirkjugarðinum, sum fólk kunnu fara út at njóta, áðrenn tey ganga sær ein túr oman í Steinatún, har FRUM fer at framføra í sambandi við avdúkingina av animeraða listaverkinum við Elinborg Lutzen,” greiðir Siri frá um startskotið hjá Huldulitt, og endar leygardagurin við Silent disco í viðarlundini, og er tað fyrstu ferð nakrantíð, at Silent Disco verður í viðarlundini. Tiltakið byrjar kl. 22.00.
Eins og fyrsti dagurin spennir víða, so er skráin alla vikuna onki undantak: “Huldulitt er eitt tiltak, har øll kunnu bjóða inn við ymiskum og koma við í skránna, og hetta endurspeglast eisini í ymsu tiltøkunum, sum eru sera fjølbroytt. Har eru tiltøk til børn og vaksin, um dagin og kvøldi, og sum kosta ella eru ókeypis, ja har er okkurt til øll!”, sigur Siri og fegnast yvir, at fólk eru so kreativ og hava tikið so væl ímóti Huldulitt.
Nøkur av tiltøkunum, sum kunnu nevnast, eru: rundvísingar í heiminum hjá William Heinesen, huldusvimjing, Sagnir & ævintýr við Jákup Veyhe og hettaher, huldugonga í viðarlundini, søgur úr kirkjugarðinum á Svínaryggi við Óla Jacobsen, huldusúkkling, huldugos í Ress spa, hulduyoga í Burn, Huldusøgur og gandakendar løtur í Ullvøruhúsinum og rannsóknarferð á Sjósavninum. Afturat tí eru afturvendandi tiltøk, so sum klipp á Býarbókasavninum, myndatilevning á Listasavninum, teknikapping í Gómagott, hulduveiða á Hafnia og søguveiða í gamla kirkjugarðinum, har skattakort fáast hjá Visit Tórshavn.
“Ein nýtist ikki at keða seg hesar dagarnar!”, sigur Siri skemtandi, og leggur afturat “Tað legst eisini afturat skránni í heilum, so um ein vil fáa alt við er best at fylgja við á heimasiðuni og Facebook síðuni hjá Visit Tórshavn. Eitt nú verða tilboðini og tiltøkini, sum vera á skrá til Huldudagin leygardagin 7. februar, avdúkaði í komandi viku.”