Nógvar eru søgurnar um, hvussu Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya fyrr plagdi at kunna savna allar føroyingar saman til at lurta og hyggja at tí spennandi, ið fyrifórst. Úti var eingin bilur um okkurt sera spennandi var á skrá, eitt nú V4. Væl, hetta er áðrenn mína tíð, og samfelagið er sjálvandi broytt munandi síðan tá.
Tað er væl ikki nógv, sum fær savnað okkum saman longur, sum fyrr. Undirhald er á tremur, og best er helst um tað er stutt. Og hava vit ikki oftani grenjað um tað ymiska, sum kvf sýnir gjøgnum vikuna? At føroyskt undirhald ikki er nøktandi?
Latið meg tá siga við vissu: HOYDALAR er gott føroyskt undirhald uppá besta máta. Frá byrjan til enda. Hvat er ikki betri enn at ung fólk lata okkum ferðast aftur í tíðina til nakrar tónleikaperlur, ið vit ikki ganga og hugsa um dagliga.
Eyðun Nolsøe er og hevur altíð verið mín yndis føroysku tónleikari. Mín tónleika fyrimynd. Røddin hevur skarað framúr frá byrjan. Hann hevur ein guitarteknikk, ið eg altíð fari at øvunda. Meint á besta hátt, sjálvandi. Og sangirnir! Vit kenna teir. Vit hoyra teir til felagssang, jólafrokostar, selskapir, festivalar osfr. Hvussu hann hevur megnað at skrivað so vakrar tíðarleysar sangir, tað eiga vit bara at vera errin av. Onkuntíð er tað nokk so well at vera hálvur klaksvíkingur.
So sjálvandi er hann ein partur av HOYDALAR.
Ja, nú vistu vit væl frá fyrsta parti, at tey ungu duga at syngja og framføra. Og kanska eru tað sangirnir hjá Eyðuni, ið fáa meg at siga hetta: Men ikki var eitt eyga turt frá byrjan til enda. Og soleiðis skal tað vera. Eg fari aftur at siga, eins og eg gjørdi til fyrsta part: WAUV!
Tað er heilt ófatiligt, hvussu væl tey duga at syngja. Og framføra. Hvussu hundin tora tey so væl? Tit eru so so so kul!
Til lukku Bjarki fyri at vinna tveir partar á rað, men øll vóru av sonnum vinnarar. Týdningarmesta er, at tit hugna tykkum saman, og tað haldi eg, at vit veruliga síggja.
So latið okkum fegnast um hesa sending. Tí tað, sum er gott, er gott. Meira av hesum.