Ongi úrslit

HM vegurin er breiður og slættur

Tað verður móti Bosnia ella Kosovo, at føroyska manshondbóltslandsliðið fer at kappast um pláss í HM endaspælinum

Jóannes Hansen
4 tímar síðan

Stóri dreymurin varð veruleiki, tá ið lutakast seinnapartin var um, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í kappingini fyri at vera við í HM endaspælinum í manshondbólti, sum um eitt ár verður í Týsklandi.

Spurningurin snúði seg um, hvørjari europeiskari hondbóltstjóð Føroyar í mai skulu kappast við.

Lutakastið lagaði tað soleiðis, at Føroyar hitta vinnaranum at tvídystunum millum Bornia og Kosovo. Balkanlondini fara í mars at spæla tveir dystir.

Lutakastið lagaði tað eisini soleiðis, at Føroyar eiga heimavøll í seinna dystinum. Tá ið Føroyar síðst vóru í somu støðu, var Norðurmakedonia mótstøðuliðið. Tá var lagt fyri á heimavølli, og tað sá ljóst út, tí Føroyar vunnu við sjey málum. Men í Skojpe eydnaðist tað heimaliðnum at vinna við átta málum og samantalt 61-60, og so var tað Norðurmakedonia og ikki Føroyar, ið vóru við í HM endaspælinum.

Í dag lagaði lutakastið seg soleiðis, at fyrri dysturin verður á Balkan og seinni dysturin í høllini Við Tjarnir.

Marran undan dagsins lutakasti var, at mótstøðuliðið fór at verða eitt nú Kekkia, Serbia ella Pólland.

Dysturin á Balkan verður 13. ella 14. mai, og heimadysturin verður 16. ella 17. mai.

  

 

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06