Hotel Føroyar legði fyri kortum út eitt videobrot á Facebook síðuna hjá sær har fleiri klipt hjørtur í alskyns litum vera blakaði út yvur eina trappu. Teksturin í videobrotinum sigur "13085 hjørtu" Næsti tekstur sigur "130.850 kr til UNICEF"
Vit hava práta við Tanju Haraldsdóttir Sleire sum stendur fyri Vistveiting & Tiltøk á Hotel Føroyum um hettar átakið.
Hvat var málið í ár.
Hotel Føroyar bleiv partur av Strawberry samtakinum, og Strawberry heldur eina ráðstevnu hvørt ár um veturin við øllum møguligum spennandi átøkum. Hvørt ár á tí ráðstevnuni setur Strawberry eitt nýtt mál at geva til. Í ár var tað flóttafólk.
Á ráðstevnuni var tað ein frá Syria sum hevði eitt upplegg og tey gjørdi ymiskar venjingar, og hann vísti eisini ljóðbrot og filmsbrot so man fekk eina ímynd av hvussu tað er at vera partur av kríggið og at flýggja frá tí.
Í ár var málið hjá Strawberry at øll gistingarhús sum eru í samtakinum skuldi samla hjørtu inn frá gestum og starvsfólkum, eisini at bjóða skúlum, frítíðarskúlar og barnagørðum niðan at klippa . Fyri hvørt hjarta fingu tey 10 kr frá Strawberry sum Hotel Føroyar so gevur víðari til UNICEF til frama fyri børn og ung sum flýggja undan kríggið
Hvussu lukkaðist hettar.
Tanja greiður frá at hon bleiv ovfarin yvur hvussu nógv hjørtu tey fingu. Samanlagt hava tey samla 130.850 kr. Sum tey halda er sera gott. Tey hava eisini gjørt sær sera stóran ómak at bjóða inn og helst børnini hava gjørt eitt megnar arbeiði, har summi hava klipt heima, eisini var ein skúli sum kom við 4000 hjørtum. Hettar hevur verið sera skeg og spennandi Sigur Tanja.
Tanja leggur aftrat at upphæddin verður nokk sera stór, tá ið hini Strawberry gistingarhúsini lata sín part inn.
Fara tey at hava okkurt líknandi skjótt aftur.
Á jólum verður aftur møguleiki fyri at geva aftur, har fara tey at seta eitt jólatræð upp har gestir og fólk kunnu lata jólagávur inn til børn og ung.