B36 hevur ofta staðið seg væl í europeiskum kappingum og fleiri ferðir spælt seg víðari. Soleiðis verður tað ikki í ár. Í kvøld tapti B36 1-0 á Tórsvølli ímóti FK Auda úr Lettlandi, og tað ber við sær, at B36 leikluturin í Europa er av á hesum sinni. B36 tapti 2-0 í Lettlandi og samantalt 3-0.
Aftur í kvøld vóru tað mistøk í B36 verjuni, og tað var eitt sovorðið, sum eftir ein tíma bar mál við sær til gestirnar, og so var øll vón burtur hjá B36. Nú snýr tað seg hjá Magne Hoseth og hansara monnum um at betra um avrikini. Tað vil fyrst og fremst siga at fáa betri skikk á verjupartin, enn tað higartil hevur verið.
Hjá KÍ er søgan við at endurtaka seg. Í fjør rakk KÍ langt í Europa, og málleysi javnleikurin í Luksemborg í kvøld ber við sær, at KÍ hevur vunnið seg víðari í Champions League. Mótstøðuliðið verður svenska meistaraliðið Malmø FF, og fyrri dysturin verður týskvøldið í Malmø.
At tað eydnaðist KÍ at vinna samantalt ber við sær, at eitt nýtt bólkaspæl er ikki so heilt langt burtur.
Setningurin hjá klaksvíkingumí Luksemborg í kvøld var at verja leiðsluna, og tað var gjørt í 5-4-1 uppstilling. Útgangsstøðan var aftarlaga á vøllinum. Tað var stutt millum keturnar, og tað var tætt millum miðverjarnar og vongverjarnar og millum teir fýra á miðvøllinum.
Tvær støður í fyrra hálvleiki vóru heilt avgerandi fyri dystargongdina og úrslitið og harvið fyri, at tað verður KÍ, sum fer at spæla eitt umfar aftrat í Champions League.
Tá ið 10 minuttir vóru farnir, bjargaði Kí málverjin Mark F. Jensen heilt framúr væl. Og ellivu minuttir undan steðginum sá Juan Bedouret beinleiðis reytt kort. Í fyrstu atløgu vísti spanski dómarin gula kortið fyri ógvusliga takling, men VAR vildi hava dómaran at hyggja einaferð aftrat eftir støðuni, og tá broytti hann til reytt kort.
Hjá KÍ snúði tað seg um handverkið. Tað var at verja og at royna at varðveita bóltin soleiðis, at heimamenninir noyddust at renna eftir bóltinum og harvið at pøsa seg.
Tað var ikki so nógv hugsað um álopsspælið. Árni, Páll og Claes høvdu verjuuppgávur, og bara einaferð var talan um málmøguleika, tá ið Árni Frederiksberg eftir flatt innlegg úr høgru smekkaði til, og bólturin fór væl omanfyri málið.
Heimaliðið hevði bóltin nógv, og heimaliðið vann 10 hornaspørk, meðan KÍ einki hornaspark vann, men talan kendist ikki vera um vandamiklar støður. Í seinna hálvleiki var tað bara einaferð, at tað eydnaðist at stúta ímóti málinum, og tá var eingin trupulleiki hjá Mark F. Jensen at bjarga.
Odmar Færø varð skiftur inn í seinna hálvleiki, og eftir dystin segði hann soleiðis við sjónvarpsrásina, sum KÍ varpaði víðari:
-Vit eru ógvulga væl nøgdir við, at tað eydnaðist at spæla okkum víðari. Vit kendu ikki so nógv til mótstøðuliðið, men tað gera vit nú, og nú vita vit, at teir eiga nógvar góðar spælarar, segði Odmar Færø.
Heimaspælarin var vónbrotin:
-Vit áttu at havt vunnið betri úrslit í Føroyum, og í kvøld høvdu vit møguleikar at skora mál í fyrra hálvleiki, men soleiðis er fótbóltur.
FC Déifferdeng 03 – KÍ 0-0
KÍ samantaldur vinnari við málmuninum 2-0
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Céderic Yamaré (Odmar Færø, 78.), Børge Petersen, Alexander Berntsson, Patrick Da Silva (Joseph Michael Williams, 67.) – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen (Kristoffer Ødemarksbakken, 77.), Albert Ejupi (Deni Pavlovic, 46.), Páll A. Klettskarð (Pætur J. Petersen, 86.), Claes Philip Kronberg
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Jákup B. Andreasen, Dan í Soylu, Heini Vatnsdal, Ahmed Latif
Gult kort: Alberg Ejupi og Árni Frederiksberg
Venjari: Espen Haug