Januar var tann heitasti mánaðin, sum nakrantíð varð máldur í Grønlandi. Tað sigur Danmarks Meterologiske Institut.
Í Nuuk var heitasti dagurin 11,3 hitastig, og miðal hitin fyri mánaðin var beint omanfyri frostmarkið, við 0,1 stigum.
Fyrra hitametið í Nuuk var minus 1,3 hitastig í miðal fyri januar mánað. Januar í ár er miðalhitin sostatt 1,4 stig hægri, enn hægsta frammanundan málda mátingin. Tað vil siga at miðalhitin fyri januar í ár var 0,1 hitastig.
Allur vesturparturin av Grønlandi hevur upplivað methøgu mátingarnar, har fleiri niðursetubygdir hava havt serliga nógvan hita fyri ársins tíð.
Frá sunnara oddi heilt upp á vesturstrondina - eitt strekki á yvir 2.000 kilometrar, hevur hitamátarin verið í pluss í fleiri støðum.
Tað er tó ikki bara alheims upphitingin, sum ávirkar hitan í Grønlandi. Tað er ein samanseting av fleiri ymiskum viðurskiftum. Tað sigur veðurlagsfrøðingurin Caroline Drost Jensen frá DMI við Ritzau.
-Tað, sum er sera ráðandi fyri januar 2026, er tað, sum vit kalla hitasveiggi".
Hitasveiggið er eitt hugtak, sum er definerað av trýsti upp í lofthavinum og trýsti ymsastaðni í heiminum. Hetta trýstið ávirkar jetstreymarnar, og teir snúgva seg eisini upp í lofthavið og deila kulda og hita.
Á DMI fara tey framhaldandi at fylgja við hitamátingunum í Grønlandi, tí veturin kann bjóða uppá fleiri met.