Í gjár varð ringt til løgregluna at melda ein mann, sum hevði stolið úr handlum.
Talan er um ein vaksnan mann, í sekstiárunum, sum hevur verið í Miklagarði og Mylnum runt umkringt, og stolið matvørur.
Tey í Handlunum hava eygleitt ein mann í eina tíð, tí illgruni var um at hann hevði stolið - og í gjár varð hann so meldaður.
Maðurin, sum er útlendingur, hevur stolið upp á tann mátan, at hann hevur avgreitt vørurnar hevði tikið av handilshillunum í sjálvavgreiðsluni, men hann ikki koyrt allar vørurnar ígjøgnum skipanina.
Løgreglan sigur, at nú tey hava kannað vakmyndatólk, hava tey sæð, at hetta er hent minst 17 ferðir hendan seinasta mánaðin frá síðst í novembur til í gjár.
Men tey eru ikki heilt liðug at kanna vakmyndatólini, so kanska finna tey fleiri dømi um stuldur upp á hendan mátan.
Tey hava ikki yvirlit yvir, hvussu nógv hann hevur stolið, men tað kanna tey eisini. Maðurin er ikki skuldsettur enn, tí tey bíða til tey vita, hvussu umfatandi stuldurin er.