Ongi úrslit

Hetta er fyrsta Met Gala í meira enn tjúgu ár har fokus er á harraklæðir

Sí myndir niðanfyri av luttakarum

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
8. mai 2025 kl. 20:31

Á árligu gallaveitsluni, sum var í New York City tann 5. mai, luttóku nógv stór nøvn úr filmsheiminum, móta- og tónleikaheiminum.

Temaið á Met Gala er vanliga knýtt at nýggjastu framsýningini hjá búnastovninum, ”Costume Institute’s Latest Exhibition”, sum í ár er ”Superfine”: Skræddaraseymaður svartur stílur.

Í ár var fokusið sett á harraklæðir. Hetta er fyrsta Met Gala í meira enn tjúgu ár, har fokus er á harraklæðum.

Hóast almenningurin ongantíð sleppur at síggja inn í sjálvt tiltakið, har borðreitt verður við døgurða til gestirnar, kokkteylum og livandi tónleiki, so kann man fylgja við, meðan tey kendu ganga eftir tí reyða leyparanum.

Met Gala er eitt tiltak, sum ikki er fyri ein og hvønn og sum bert er opið fyri einum lítlum tali av innbodnum gestum - vanliga umleið 450.

Sum oftast keypa tær størstu klædnafyritøkurnar eitt borð og bjóða teimum kendu at sita við teirra borð. Fyritøkan fær tó ágóðan av hesum, tí vanligt er, at tann, ið er bjóðaður til borðið, skal ganga á tí reyða leyparanum í klæðum frá fyritøkuni.

Ágóðin av atgongumerkjasøluni fer til búnastovnin, ”Costume Institute’s”. Sum skilst kostar eitt atgongumerki umleið 75.000 dollarar, meðan eitt 10- seturs borð byrjar á 350.000 dollarum.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17 tímar síðan

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46