Ongi úrslit

Hetta er ein serlig løta fyri okkum

Formula nominerað til “HPE ÅRETS HPE GAME-CHANGER 2025”

Formula
3 tímar síðan

Formula er nominerað til virðislønina “HPE ÅRETS HPE GAME-CHANGER 2025”, sum verður latin á HPE Awards. Vinnarin verður kunngjørdur fríggjadagin 30. januar 2025.

HPE ÅRETS HPE GAME-CHANGER er ein virðisløn, sum heiðrar samstarvs partnarar hjá Hewlett Packard Enterprise (HPE), ið hava skapt veruligan virði við nýhugsan, strategiskari tilgongd og við at flyta mørkini fyri, hvussu HPE-loysnir verða nýttar í veruligan rakstur.

Virðislønin verður givin til fyritøkur, sum:

                • hava tikið nýggj ella øðrvísi stig við HPE-tøkni,

                • hava gjørt mun hjá kundum við framkomnum og burðardyggum loysnum,

                • og hava víst dirvi, nýhugsan og førleika at seta loysnir í rakstur, sum skapa ítøkiligar broytingar.

Formula – undangonguvirki á sínum øki

Formula hevur seinastu árini styrkt sína støðu sum eitt av fremstu tøknifyritøkunum á sínum øki. Í 2024 varð Formula bæði nominerað og vann heiðurin HPE Fighters, og í 2025 er fyritøkan aftur nominerað – hesaferð til Ársins HPE Game-Changer.

Henda tilnevning frá Hewlett Packard Enterprise er ein staðfesting av tí arbeiði, sum er lagt í at byggja burðardyggar, tryggar og framsøknar loysnir.

Ein fegin stjóri staðfestir at “Hetta er ein serlig løta fyri okkum í Formula. Tilnevningin vísir, at okkara fokus á nýhugsan, kvalitet og kundavirði ger mun – eisini á altjóða støði.”

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

Í gjár kl. 15:46

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Myndir: Lív í umborð

15. januar kl. 19:20

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

Í gjár kl. 09:34

Myndir- Vunnu við 13 málum!

Í gjár kl. 18:49