Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av dunkum til fylla vatn, ella annað í, at hava við sær at drekka úr.
Talan er um drekkadunkar, sum taka 75 sentilitrar, við búmerkinum á fleiri av teimum kendu, ensku fótbóltsfeløgunum á, bæði Manchester City, Chelsea, Tottenham, Arsenal og Liverpool.
Batchnummarið á dunkunum er 29521.
Dunkarnir eru gjørdir í Kina og orsøkin til ávaringina er, at teir kunnu geva ov nógv aluminium frá sær til vatnið, ella tað, sum annars er í teimum. Vandin er serliga stórur tá ið djús, ella annar, súrligur løgur, er í dunkinum.
Aluminium er heilsuskaðiligt og kann ávirka nervalagið, nýruni, og annað.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir teimum, sum liggja inni við hesum dunkunum, til at fara aftur við teimum í handilin, haðani teir eru keyptir, ella at koyra teir í skrell.