Ongi úrslit

Hesi trý kunnu verða ársins stjørnuskot

Áki Bertholdsen
13 tímar síðan

Leygarkvøldið 7. februar verður Ítróttafagnaðurin í Varpinum í Klaksvík, gar endamálið er at heiðra úrmælingar í føroyskum ítrótti, ikki vara ítróttarfólk, men eisini venjarar, hjálparfólk og onnur, sum eru fortreytin fyri, at tað yvirhøvur ber til at íðka ítrótt.

Ein heiðursløn, sum verður latin, er ársins stjørnuskot.

Tey, sum eru í uppskot til hendan heiðurin, eru ungu úrmælingarnir á U21 hondbóltslandsliðnum, ungi amboðs fimleikarin Marin Danielsen og evnaríkið rógvarin Pauli Joensen.

Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki ella liði, sum hevur skarað framúr í undanfarna ári. Ítróttatjørnuskotið er ein av teimum átta heiðurslønunum, ið verða latnar á Ítróttafagnaðurin.

U21 Mannslandslið – Hondbóltur

Ungu U21 menninir bergtóku alla tjóðina, tá teir farna summar vunnu bronsu til U21 HM í Póllandi. Teir skrivaðu føroyska ítróttarsøgu og gjørdust fyrsta føroyska ungdómslið at vinna heiðursmerki til eitt endaspæl.

Hóast teir komu við upp á eitt sokallað “wildcard”, endaðu teir við at verða tað liðið, sum gjørdi flest fólk bilsin. Í bólkaspælinum vunnu dreingirnir tveir dystir, og leiktu javnt ímóti Íslandi.

Í meginumfarinum stóð Frakland fyrst fyri skotum. Tann dystin vunnu Føroyar 28-27, og tað tryggjaði eitt pláss í fjórðingsfinaluni. Hin dystin vann Danmark sannførandi, tá fleiri av føroysku leikarunum fingu hvíld.

Í fjórðingsfinaluni ímóti Slovenia vunnu Føroyar aftur og komu í hálvfinaluna móti Portugal.
Allar Føroyar hildu ondini, tá liðini tvær ferðir fóru í longda leiktíð. Hóast tað ikki bleiv til eitt finalupláss, vóru øll errin av ungu monnunum, sum síðani spældu um bronsuna ímóti Svøríki. Teir reistu seg aftur, spældu sannførandi og staðfestu, at teir eru triðbestir í heiminum.

Enn eina ferð er staðfest, at Føroyar eiga hondbóltsleikarar, sum gera seg galdandi millum heimsins bestu. Liðið er mannað við leikarum úr nógvum ymsum feløgum. Nógvir eru eisini á A-landsliðnum – og teir hava víst, at alt ber til.

 

Marin Danielsen – Amboðsfimleikur

Marin Danielsen er 15 ár, og hóast sín unga aldur er hon ein av fremstu fimleikarunum í danska ríkinum.

Seinasta árið hevur hon fingið hópatals úrslit, sum prógva, at hon eisini er á hædd við bestu Norðurlendsku íðkararnar.

Marin vann gull í DM fyri juniorar á barr og gólvi. Hon vann silvur í lopi, bronsu á bitanum og bronsu samanlagt. Hartil gull í liðkappingini saman við danska liðnum KG 66.
Á oyggjaleikum vunnu Marin og liðfelagarnir sannførandi. Sjálv vann Marin gull á gólvi bæði í bundnum serium og í finaluni.
Til FM vann hon gull í øllum amboðum – lopi, barr, bita og gólvi – og gull samanlagt.

Hon umboðaði eisini Føroyar á Northern European Championships í Leicester og endaði nr 29 samanlagt – bara 15 ára gomul. Sera flott!

Marin hevur víst stórt ágrýtni og framúr góð evni. Hon venur upp til 26 tímar um vikuna – og bæði framgongd og úrslit eru eyðsýnd. Hon vísir altjóða potentiali og styrki, og hon hevur allar fortreytir fyri at røkka toppinum í altjóða fimleiki komandi árini.

Hartil er Marin eisini ein sonn fyrimynd fyri aðrar ungar fimleikarar. Hon er hjálpsom og fitt – og altíð klár at hjálpa og vegleiða yngru íðkarum.

 

Pauli Joensen – Inniróður

2025 hevur verið eitt framúr menningarár hjá Paula Joensen.

Hann er lítillátin av lyndi, men ein verulig maskina, tá hann rør. Hann arbeiðir miðvíst, disiplinerað og við stórum áræði. Tað sæst aftur í úrslitunum. Hann er ein fjølbroyttur íðkari, ið stendur seg væl bæði á stuttu og longu teinunum.

Í fyrru árshálvu luttók Pauli bæði í Føroya-, Danmarks-, Norðurlanda- og Heimsmeistarakappingini. Úrslitini prógva støðuga framburðin, menningina og framtíðarpotentialið.

Í seinnu seinnu hálvu vann Pauli allar grand prix kappingarnar hjá RSF sannførandi, og hann tók lut í Bretska meistaraheitinum, eisini kalla BRIC – í bólkinum junior 2. Har vann hann tvær bronsu, tríggjar silvur og eina gull.

Hann hevur bøtt um tíðina – og sostatt sett persónligt met – til hvørja einastu kapping. Hetta er ein greið ábending um, at Pauli er á rættari leið, og at hann kann fara heilt til tops í altjóða inniróðri.

Pauli Joensen er í øllum lutum ein íðkari, sum hevur flutt seg langt eftir stuttari tíð. Hann vísir áhaldni, áræði, menning – og framtíðarútlitini eru óvanliga góð.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Myndir: Lív í umborð

15. januar kl. 19:20

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

Í gjár kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41

Myndir- Vunnu við 13 málum!

18. januar kl. 18:49