Sum vit skrivaðu í áðni, hava umboð fyri Hvalbiar Kommunu og Tvøroyrar Kommunu, sitið í einum arbeiðsbólki og viðgjørt treytirnar fyri at tær báðar kommunurnar kunnu leggja saman.
Semja er um treytirnar og í gjárkvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð at taka undir við teimum. Mikukvøldið skal Hvalbiar Bygdarráð, sum eisini umfatar Sandvík, taka støðu til málið og tá fæst at vita um fólkaatkvøða verður um at leggja Tvøroyri og Hvalba saman.
Í semjuni verður staðfest, at verða kommunurnar lagdar saman, skal hon eita Suðuroyar Kommuna og høvuðsætið verður á Tvøroyri. Samstundis er semja um at 11 limir skulu verða í tí nýggja kommunustýrinum.
Minst tveir kommunustýrisfundur um árið skulu vera í Hvalbiar Kommunu og tey starvsfólk, sum arbeiða hjá kommununum í dag, skulu halda fram í starvi.
Eitt, sum hvalbingar hava stúrt fyri, er, at verða kommunurnar saman, fara tey at missa skúlan. Men í semjuni ímillum bæði kommunustýrini verður staðfest, at skúlarnir verða lagdir saman, men at skúlagongd skal framhaldandi vera í skúlunum á Tvøroyri og í Hvalba. Samstundis fer barnaansingin í Hvalba at halda fram.
Einki verður nevnt um skattaprosentið, men tað er at kalla tað sama, tí Taks upplýsir, at tað er 20,4 prosent í Hvalba og 20,9 prosent í Hvalba.
Men tað er munur á barnafrádráttinum, tí í Hvalbiar Kommunu er hann 6.500 krónur fyri hvørt barn undir 18 ár, men á Tvøroyri er hann 8.000 krónur.
Og semja er um, at verða kommunurnar lagdar saman, skal barnfrádrátturin í allari kommununi verða 8.000 krónur.
Á Tvøroyri fáa øll børn og ung eitt frítíðarkort upp á 2.000 krónur og semja er um, at verða kommunurnar lagdar saman, verður tað eisini galdandi fyri børn og ung í Hvalba og í Sandvík. Frítíðarkortið kann brúkast sum limagjald til alskyns frítíðarítriv.
Á Tvøroyri hava tey eitt ungdómshús og semja er um, at eitt ungdómshús skal eisini vera í Hvalba.
Sostatt verður ein samanlegging ein lætti hjá børnum og ungum - og barnafamiljum í Hvalba og í Sandvík.
Tað er eisini semja um, at fyri at samansjóða tey ungu í allari kommununi, verður ókeypis busskoyring ímillum bygdirnar.
Á eldraøkinum og heilsuøkinum er semja um, at ein eldradepil skal byggjast í Hvalba og at ein heilsudepil skal byggjast á Tvøroyri.
Í Hvalba hava tey leingi arbeitt við at gera eitt trivnaðarøki í Skálamøl og semja er um, at tann ætlanin skal fremjast í verki.
Harumframt skulu fyrireikingar gerast, so at tey eru til reiðar tá ið Suðuroyartunnilin er veruleiki. Og ein liður í tí verður at gera útstykkingar til bústaðir bæði í Hvalba og á Tvøroyri, og annars skulu tey hava ein miðvísan barna-, ungdóms- og eldrapolitikk.