Ongi úrslit

Her er skjótt hjá bilførarum at lata seg lumpa

Áki Bertholdsen
25. november kl. 07:49

Nú er nakað síðani at nýggi ringvegurin uttan um Havnina, Havnarvegur, læt upp.

Hann er uttan fyri bygt øki og tí er skjótt, at bilførarar lata seg lumpa, tí nógv halda, at har er loyvt at koyra 80.

Men skelti vísa, at mest loyvda ferð á Havnarvegnum er 60 kilometrar um tíman.

Tað læt ein bilførari seg lumpað av í gjár. Hann varð tikin fyri at koyra 82 kilometrar um tíman, so hann missur koyrikortið treytað. Sostatt kann hann halda fram at koyra, men hann má taka koyrikortið umaftur, annars missur hann tað heilt.

Tá ið hámarksferðin er minni enn vanligt, skal eisini minni til at missa koyrikortið. Tað merkir, at tann, sum koyrir yvir 75 á Havnarvegnum, missur koyrikorið treytað, og tann, sum koyrir yvir 80, missur tað ordiliga.

Annars vórðu tveir bilførarar eisini tiknir á strekkinum av Sandavágshálsi, oman ímóti Sandavági. Teir koyrdu báðir 105 kilometrar um tíman, og sostatt missa teir eisini koyrikortið treytað.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48