Ongi úrslit

HB og Jóan Símun tosa saman

Møguleiki er fyri, at metmaðurin á landsliðnum nú verður álopsspælari í HB

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 23:04

Tað er møguleiki fyri, at Jóan Símun Edmundsson er á veg aftur í føroyskan fótbólt. Í fótbóltsumhvørvinum ljóðar, at HB tosar við spælaran, sum hevur spælt fleiri ferðir á føroyska landsliðnum enn nakar annar.

Í HB hava tey ongar viðmerkingar til søguna. Har verður søgan hvørki váttað ella avsannað.

Í fjør var norðmaðurin Emil G. Pedersen fremsti álopsspælarin hjá HB. Serliga eftir at André Olsen hevði avloyst Adolfo Sormani stóð norski álopsspælarin, sum skoraði 20 mál, sera sterkur í myndini.

HB venjarin André Olsen segði um vikuskiftið við dimma.fo, at teir í HB vilja fegnir hava Emil G. Pedersen at halda fram í felagnum, og at teir framvegis tosa mest sum dagliga við norska álopsspælaran. Emil G. Pedersen hevur givið til kennar, at hann hevur hug at royna seg í aðrari kapping.

Síðsta summar flutti Jóan Símun Edmundsson úr FC Shkupi í Norðurmakedonia og til KA á Akureyri í Íslandi. Sáttmálaskeiðið í Íslandi er liðugt, men tað hevur ljóðað, at møguleiki var fyri, at Jóan Símun fór at halda fram í Íslandi.

Nú vita góðar keldur í fótbóltsumhvørvinum at siga, at 34 ára gamli Jóan Símun Edmundsson og HB tosa saman um møguleikan fyri samstarvi og sáttmála. Jóan Símun Edmundsson hevur ikki spælt í Føroyum síðani í 2014, tá ið hann fyrst umboðaði AB og so HB.

Jóan Símun Edmundsson eigur metið fyri landsdystir. Hann hevur spælt 99 landsdystir og skorað átta mál.

Mest lisið hesa vikuna

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19