Nú eru 112 metrar eftir at bora í Fámjinstunlinum. Tað sigur Sigurð Ó Vang, deildarleiðari á Verkætlanardeildini hjá Landsverki.
Tað hevur verið ein tungur burður at bora Fámjinstunnilin, tí fjallið er so avbera ringt at bora ígjøgnum, og í roynd og verið, hevur arbeiðið enntá gingið nógv verri enn tey høvdu stúrt fyri - í ringasta føri.
Eftir ætlan skuldi tað verið koyrandi nú í summar, men tað var skjótt, at tíðarætlanin fór á glið, tí arbeiðið hevur gingið so illa.
Ein avleiðing av at tilfarið í fjallinum er so vánaligt, er, at tríggjar ferðir eru stórar rúgvur av gróti rapaðar undan loftinum. Tað er grót, tað hevur tikið eitt ár at taka upp aftur, samstundis sum at ein ætlan skuldi gerast fyri, hvussu farast skuldi fram fyri ikki at koma arbeiðsfólkinum í óføri og fyri at tryggja tunnilin.
Sigurð Ó Vang sigur, at sostatt var tað ikki fyrr enn eftir nú eftir páskir, at farið varð aftur at bora síðani í apríl í fjør. Tá ið arbeiðið varð tikið upp aftur, vóru 257 metrar eftir at bora og nú eru 112 metrar eftir.
Tað verður skotið eina ella tvær ferðir um dagin, tríggir metrar í hvørjari spreinging.
Beint nú gongur hampiligt, men tey vita longu nú, at teir seinastu 50 metrarnar verða serstakliga truplir at arbeiða seg ígjøgnum, tí fjallið er so leyst.
Tá skulu aftur serlig trygdartiltøk setast í verk so hvørt borað verður.
Men sum tíðarætlanin sær út nú, hava teir borað ígjøgnum um ein mánað, ella í fyrstu, ella aðru, viku í juni, sigur deildarleiðarin.
Síðani er eftir at leggja tær teknisku innstallatiónirnar í tunnilin, og at gera vegirnar.
Sigurð Ó Vang sigur, at tað er J & K, sum skal gera vegirnar og tey hava til fyrsta ársfjórðing næsta ár at gera tað liðugt.
Um tað verður áðrenn, er ilt at siga, men tey hava so til endan á mars at gera arbeiðið liðugt, so tað liggur í kortunum, at tað verður ikki fyrrenn tá, at tunnilin kann takast í brúk.
Tað er næstan eitt ár seinni enn ætlað. Fámjinstunnilin er 1.200 metrar langur og farið varð undir arbeiðið í novembur í 2022.
Tað er ikki bara tíðarætlanin, sum er farin á glið, tí tað er kostnaðarætlanin eisini.
Upprunaliga skuldi hann kosta góðar 160 milliónir, men kanningarnar vístu, at fjallið var sera ringt at arbeiða í og tí vórðu einar 40 milliónir lagdar afturat, so at hann fór at kosta 207 milliónir tilsamans.
Men tað helt heldur ikki, so á fíggjarlógini fyri í ár eru 45 milliónir játtaðar til tunnilin afturat so nú kostar hann 252 milliónir.
Men Sigurð Ó Vang fæst ikki at siga um tann játtanin fer at halda ella um tað verður neyðugt við eini eykajáttan afturat. Hann sigur, at tað fara tey at gera eina neyva meting av eina ferð í næstum.