Ongi úrslit

Hava funnið bakteriur í mjólk til pinkubørn

Áki Bertholdsen
6. januar kl. 09:13

Nakað fyri jól ávaraði Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti einum slagi av mjólk til pinkubørn.

Talan var um eftirgjørda móðurmjólk av kenda merkinum, Nan. Talan var um Nan Expertpro Sensilac 1, mjólkarpulvur í blikkum.

Talan var um blikk, sum vóru best fyri oktobur í 2027.

DK Batchnummar: 53030346AB

EAN-strikukota 8445290170408

Men nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan um fleiri sløg av hesi samari eftirgjørdu móðurmjólkini.

Orsøkin er at bakterian, Bacillus cereus, er funnin á einari av framleiðslulinjunum á verksmiðjuni har mjólkarpulvurið er gjørt.

Hetta er ein bakteria ið kann elva til kvalma, búkilsku, spýggju og leyst lív.

 Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir sostatt teimum, sum liggja inni við hesum mjólkarpulvurinum um at koyra tað í skrell, ella at fara aftur í handilin við tí haðani tað er keypt.

Tey sløgini av mjólkapulvuri, sum nú eisini er umfatað av ávaringini, eru:

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

18 tímar síðan

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46