Ongi úrslit

hava fingið nýggja nevnd

Frá vinstru eru tær Sunrid í Gong, Sunneva Háberg Eysturstein og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard
Áki Bertholdsen
9 tímar síðan

Listafólkasamband Føroya, LISA, hevur fingið nýggja starvsnevnd. Á aðalfundi felagsins takkaðu Arnbjørn Ó. Dalsgarð, forfólk, og Kristina Thede Johansen, næstforfólk, fyri seg, og nýggj starvsnevnd varð vald.

Nýggja starvsnevndin hevur skipað seg soleiðis:
Sunneva Háberg Eysturstein, er forfólk, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er næstforfólk og Sunrid í Gong er starvsnevndarlimur

Nýggja starvsnevndin vísir á, at hon tekur við í eini tíð, har tað hevur alsamt størri týdning, at listin hevur eina sterka rødd. Tí fer LISA at arbeiða miðvíst fyri at bøta um korini hjá listafólkum og seta eina greiða kós á mentanarpolitiska økið, siga tey í skrivinum
Tey fegnast eisini um, at nýggja dentur verður lagdur á listina í nýggja samgonguskjalið raðfestir listina, men tey leggja afturat, at tey fara at fylgja væl við, hvat kemur burtur úr.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Silvurdrongur takkar fyri seg

Í gjár kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

Í gjár kl. 13:47