Ongi úrslit

Hava fingið nýggja formann og nýggja nevnd

Áki Bertholdsen
10 tímar síðan

Í gjárkvøldið hevði Føroya Ríðingarfelag aðalfund og har fingu tey bæði nýggja nevnd, og nýggjan formann.

Tey siga í tíðindaskrivi, at  felagið er sera virkið og hevur seinastu tíðina bæði útbygt felagshúsið og tey byggja eisini nýggjar ríðibreytir og stykkar somuleiðis út til nýggj fjós á økinum hjá felagnum í Havnardali. 

Nýggja nevndin fer nú í holt við at fyrireikað virksemið í summar, hetta umfatar at skipa fyri FM-kappingini í ríðing og at skipað fyri vælumtókta familjutiltakinum, Djóradagar, ið verður seinasta vikuskiftið í mai mánaði. 

Á myndini eru tey, frá vinstru, Eyðfríð Mørkøre, tiltakslimur, Laila W. Mouritzen, nevndarlimur, Barbara R. Mouritzen, nevndarlimur, Osvald S. Johansson, formaður, Eva L.S. Klemmentsen, nevndarlimur, Eyðrið E. Hansen, tiltakslimur og Jeanette Danielsen, nevndarlimur.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

22 tímar síðan

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46