Gunnvá Zachariasen spælur leiklutin Capulet

Gunnvá Zachariasen, framleiðari og sjónleikari, fer at spæla leiklutin Capulet tá Glasir verður karmur um Romeo og Julia

Mynd: Erla Rajani Ziskasen
Ragnar Sjúrðarson
10. november 2024 kl. 18:03

Nú styttist til Glasir verður karmur um kendu kærleiksøguna úr Verona.

Leygardagin 16. november klokkan 19:30 verður Romeo & Julia frumsýndur á Glasi.

Í tí sambandi hevur hava tey handan leikin kunngørt, at kendi sjónleikari Gunnvá Zachariassen spælur leiklutin Capulet.

Gunnvá er útbúgvin sjónleikari frá Statens Teaterskole (nú Den Danske Scenekunstskole) í Keypmannahavn í 2000. Síðan hevur hon víðariment seg innan suzuki og viewpoint teknik við Anne Bogart og SITI-Company í USA.

Hon hevur í fleiri ár arbeitt við Nadine George og raddarmenning fyri sjónleikarar, og hevur tikið eftirútbúgving innan listamiðlan og kreativur producent frá Den Danske Scenekunstskole, efteruddannelsen.

Gunnvá stovnaði við øðrum bólkin Tvazz, sum hon er listarligur leiðari fyri.