Ongi úrslit

Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjógv

Áki Bertholdsen
2. august kl. 14:30

Í morgin Sunnudagin, klokkan 16, verður afturvendandi, og serstaka konsertin og guðstænastan í gjónni við Gjógv.

Hóast tey bara hava skipað fyri hesum tiltakinum nakrar fáar ferðir, er hetta longu vorðin ein árlig siðvenja, sum savnar væl af fólki hvørt ár, og er eitt sera gott høvið til at njóta eina hugnaliga og gevandi løtu í stórbæru náttúruni, siga fyrireikararnir.

Derhard Jógvanson verður prestur, og urguleikari verður Ari Hammer Joensen

Viðrar, verður leitað aftur til søguna, við at skjútsa prest inn á gjónna, sum eitt minni um gomlu skjúts-pliktina, sum lá á nógvum bygdum í Føroyum í gomlum døgum. 

At skjútsa var plikt, áðrenn motorarnir komu til landið og tað kundi vera at rógva lækna, jarðarmóður ella prest í grannaoynna, tá tørvur var á tí - ofta í ivaveðri.

Har verður eisini nógvur og góður tónleikur. Eiðis Ljómfelag leggur fyri, undir leiðslu av Oddur Magnusson Hentze.

Tórshavnar Mannskór, fer at syngja undir leiðslu av Hera Eysturlíð og Sámali Matras Kristiansen. Eisini fer Tóra Vestegaard at ríka løtuna við solosangi, saman við gittarleikaranum Ragnar Olsen.

Aftan á gudstænastuna verður ein drekkamunnur at fáa.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

14 tímar síðan

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20