Ongi úrslit

Greta Thunberg aftur steðgað av ísraelska herinum

Nærum 500 aktivistar eru umborð á skipunum

© Israeli Foreign Ministry/AFP
Jóhanna Højgaard
2. oktober kl. 22:30

Ísraelska sjóverjan hertók flotan hjá Global Sumud Flotilla, sum flutti symbolska mongd av neyðhjálp umframt útlendskar aktivistar til Gaza-geiran. Hendingin fór fram náttina til í dag – heilagasta degi í jødiska kalendaranum, Yom Kippur.

Myndatól, sum sendu beinleiðis frá skipunum, vístu ísraelskar hermenn í hjálmum og náttarsjónarbrillum, sum fóru umborð á skipini, ímeðan manningin, eitt nú svenski aktivisturin Greta Thunberg, høvdu sett seg saman í bjargingarvestum við hondunum uppi.

Áðrenn hertakanina rópti ísraelska herdeildin til skipini og bóðu tey um at venda við – burtur frá ísraelskum øki. Hetta staðfestir IDF. Tá ið tey noktaðu hetta, vóru teir fleiri enn 400 aktivistarnir fluttir til havnina í Asdod.

Tað verður hildið, at 20 írskir ríkisborgarar, har ímillum senatorurin í Sinn Féin, Chris Andrews, høvundurin Naoise Dolan og skemtarin Tadhg Hickey, eru umborð á flotanum við nærum 500 fólkum úr fleiri londum.

Ísraelska uttanríkisráðharrastovan legði myndir á miðilin X av aktivistunum og skrivar, at tey nú eru á veg til Ísrael, har ið tey skulu tvingsilsflytast til Europa.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39