Tað verður greiður meiriluti á Løgtinginum fyri uppskotinum um a projektera Suðuroyartunnilin og at bjóða arbeiðið út.
Tað gjørdust greitt á borgarafundi í Salt í gjár.
Og tað er uppskotinum um tunnil ímillum Skarvanes og Sandvík, sum meiriluti er fyri.
Á fundinum vóru forfólkini fyri allar flokkar umboðaðir og ein spurningur teir fingu, var um teirra flokkur fer at atkvøða fyri uppskotinum.
Uppskotið vísti, at í fleiri flokkum, í hvussu so er ikki teir stóru flokkunum, er semja í tingmanningini um tunnilin.
Men Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sigur, at fýra tinglimir hjá flokkinum fara at atkvøða fyri og somumeiðis segði Bárður á Steig Nielsen, at fýra tinglimir hjá Sambandsflokkinum fer at atkvøða fyri.
Í Javnaðarflokkinum hava tey níggju tinglimir og Aksel V. Johannesen metir, at í hvussu so er átta av teimum fara at atkvøða fyri.
Og somuleiðis væntar Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, at fýra av tinglinum floksins fara at atkvøða fyri.
Sostatt er greitt, at minst 20 av teimum 33 tinglimunum atkvøða fyri.
Hinvegin vildi Ruth Vang, forkvinna fyri Framsókn, ikki siga, hvørja støðu tey hava, tí hon tvíheldur um, at stig skulu takast fyri at bøta um haldførið í búskapinum fyri at tey kunnu taka undir við málinum.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, vil heldur ikki siga, at Miðflokkurin fer at atkvøða fyri.
Hann sigur nevniliga, at fremsta málið hjá Miðflokkinum er at fáa samgonguna frá eftir at málið um fría fosturtøku varð samtykt og tí fara tey ikki at hjálpa løgmanni at fáa málið um Suðuroyartunnilin samtykt,
Og sum vit skrivaðu í gjárkvøldið fer umboðið hjá Sambandsflokkinum í Fíggjarnevndini, Magnus Rasmussen, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at kanna linjuføringina hjá privata tunnilsbólkinum eisini.
Les meiri um tað her: https://dimma.fo/grein/suduroyartunnilin-logtingid-faer-tvaer-linjuforingar-at-taka-stodu-til