Ongi úrslit

Suðuroyartunnilin: Løgtingið fær tvær linjuføringar at taka støðu til

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Gongst sum ætlað, fer Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum- í hesi vikuni - at leggja uppskotið fyri Løgtingið um at projektera Suðuroyartunnilin og at bjóða arbeiðið út.

Síðani fer Løgtingið at viðgerða málið, og at atkvøða um tað.

Uppskotið, sum liggur í kortinum, er, at tunnilin skal ganga úr Djúpadali við Skarvanesi, til Sandvíkar.

Men ein privatur tunnilsbólkur hevur víst á eina aðra linjuføring, sum gongur undir Sandsbygd og umvegis Skúgvi.

Og á borgarafundi í Salt í kvøld, staðfesti Bárður á Steig Nielsen, formaður fyri Sambandsflokkin, at umboð fyri Sambandsflokkin fer at leggja eitt broytingaruppskot fyri Løgtingið um at uppskotið hjá privata tunnilsbólkinum um tunnilin undir Sandsbygd - og umvegis Skúgvi, skal eisini bjóðast út.

Sostatt fær Løgtingið tvær linjuføringar at taka støðu til. Men tað ljóðaði ikki sum um at umboðini fyri hinar flokkarnar taka undir við linjuføringini hjá privata tunnilsbólkinum.

Teitur Samuelsen, stjóri í Tunnilsfelagnum sigur, at tað kostar einar 25 milliónir um at projektera tunnilin og at bjóða hann út.

Skulu tvær linjuføringar bjóðast út, kostar tað 25 milliónir afturat.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

Í gjár kl. 09:29

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Ein umbering

12. februar kl. 08:30

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

Í gjár kl. 18:05