Ongi úrslit

Gimme Olsen virkandi sóknarprestur

Fólkakirkjan
Í gjár kl. 20:54

Á felags kirkjuráðsfundi 27. januar innstillaðu kirkjuráðini í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi Gimma OIsen til virkandi sóknarprest.

Lýst hevur verið eftir vikari, at røkja sóknarprestatænastuna hjá Mariu J. Niclasen, dómprósti, fram til 31. juli 2026. Tænastan hjá dómprósti, ið nemur Nólsoyar kirkju og Havnar kirkju, er hálv tíð.

Sum eina royndarverkætlan, verður Gimmi Olsen eisini at røkja Sandoyar prestagjald í hálva tíð, saman við Havsteini Klein, sóknarpresti í Sandoyar prestagjaldi.

Tvær umsóknir vóru til kallið sum virkandi sóknarprestur.

Gimmi kemur at skipa tænastuna saman við sóknarprestunum í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi og Sandoyar prestagjaldi.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

14 tímar síðan