Ongi úrslit

Gimme verður prestur í dómkirkjuni

Og samstundis verður Gimme Olsen hálva tíð prestur í Sandoyar prestagjaldi

folkakirkjan.fo
2 tímar síðan

Á felags kirkjuráðsfundi 27. januar innstillaðu kirkjuráðini í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi Gimma OIsen til virkandi sóknarprest.

Lýst hevur verið eftir vikari, at røkja sóknarprestatænastuna hjá Mariu J. Niclasen, dómprósti, fram til 31. juli 2026. Tænastan hjá dómprósti, ið nemur Nólsoyar kirkju og Havnar kirkju, er hálv tíð.

Sum eina royndarverkætlan, verður Gimmi Olsen eisini at røkja Sandoyar prestagjald í hálva tíð, saman við Havsteini Klein, sóknarpresti í Sandoyar prestagjaldi.

Tvær umsóknir vóru til kallið sum virkandi sóknarprestur.

Gimmi kemur at skipa tænastuna saman við sóknarprestunum í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi og Sandoyar prestagjaldi.

Síðstu mánaðirnar hevur Gimme Olsen avloyst Meinhard Bjartalíð í Glyvra prestagjaldi.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

22 milliónir krónur

19 tímar síðan

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

Í gjár kl. 10:47

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15