…hmm…eitt gott er við vikuskiftum og halgum í Føroyum…jóla sum øðrum halgum…tá er ein sovorðin ró yvir býi og bygd, sum hvørki dómadagur kann vikað… ella endurkoma loysnarans, um hon so var á Vaglið í Havn…ella á Biskupsstøð í Klaksvík …
…vikuskifti og heilagt eru Føroyar tíðindaleysar…eingin óunniskuggi uttaneftir hóttir… eingin synd… ella ósynd…gruggar sinnið… hvaðna minni ójavni, tilfeingisbýti ella annað, ið kann spilla trúnna upp á vælferðina og fáveldisins rættvísi…
…vikuskifti og heilagt krevst eingin støða til nakað… einki høvuðbrýggj um loysing ella óloysing…tunnil ella ótunnil…landskassahaldføri ella óhaldføri…skatt ella óskatt…innflutta ella óinnflutta arbeiðsmegi..framtíð ella óframtíð…
…vikuskifti og heilagt miðlast vit inn í eitt huglag, har sjálvt kámasta hóming av nøkrum ólagaligum… ella óynsktum…er javnað burtur sum í eini stalinistiskari fotomynd…har alt er vælsignað og ólastaliga fullkomið…har argastu tjóvum ikki kemur til hugs at stjala so mikið sum eitt ilt av einum rusinupakka…verstu svikarar hvørki vilja snýta ella svíkja…har fútin… fittari og rundari enn jólamaðurin…hevur lítið annað at gera enn at rura menn í svøvn, tá teir hava fingið sær ov sterkan kaffimunn í býnum sunnu- ella aðrar halgidagsnætur…har val og politikkur eru so einføld og full av vánum sum ein ógivin jólagáva…har øll eru glað uppi yvir sínum og serliga um tað er lítið… ella ið hvussu er lítið av tí slagnum, sum ikki kann aborterast…
…vikuskifti og heilagt er føroyska samfelagið politiskt og tilveruliga ein Kardumummubýur…og ongastaðni í verðini so gott at vera sum í Føroyum…so nú má tað vera eitt lágmarkskrav nýskipanarnevndin leggur landið tíðindaleyst alt árið og sparir føroyingum bæði pengar og annan ómak…
…ella líka veit eg…men soleiðis limraði íspegilin…:
RINGUL-LIMRA MILLUM MIÐLA-JÓLANNA
Tá fátt er í vørpum at frætta,
mann følir ein himmalskan lætta,
Tó ein maður í býnum
Við mánan í skýnum
Vildi mussast, makast og pjatta,
So miðlist tann mussur og pjattið,
Og mangan tann lukkan nú fatti,
Til øll vita best,
At øll eru flest
Og kippa hvørt annað við kjatti,
Av at lurta mann fær ongan lætta,
Nei, tann lúsin frá taparum ættað,
Nú ein maður býnum
Við mánan í skýnum
Vildi mussast, makast og pjatta.
…best eru ósøgd tíðindi…