Tað er ongantíð ov tíðliga at byrja at lurta eftir operu. Tí eru bæði framførararnir og áskoðararnir børn, tá ið Gandafloytan eftir Mozart verður sýnd í Norðurlandahúsinum leygardagin 18. apríl kl. 15.00.
Náttardrotningin, høvuðspresturin Sarastro, fuglafangarin Papageno og nógvir aðrir ævintýrligir figurar koma til lívs gjøgnum tónleikin í operuni Gandafloytan. Og hví ikki vísa børnunum figurarnar og søgur teirra? Tað ger føroyska operakompaníið Opera.fo, sum vil økja um áhugan fyri operu í Føroyum. Birita Adela hevur umskrivað Gandafloytuna til eina stutta og livandi søgu, sum hon fer at lesa, meðan barnaljómliðið Operetturnar syngur og spælir.
Sýningin er ætlað børnum frá 3 til 11 ár. Hon verður í Norðurlandahúsinum 18. apríl kl. 15 og er ókeypis.
Sýningin er partur av Lítlahúsi, sum er ein røð av tiltøkum í Norðurlandahúsinum, sum skal gera list og mentan atkomuligari fyri børn. Endamálið er, at børn skulu kenna seg heima og uppliva list upp á egnar fortreytir.