Ongi úrslit

Gagnar bæði teimum sum fiska og teimum sum granska

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Nú ber til at fáa upplýsingar um, hvussu heitt tað er í sjónum har havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, hevur trolað.

Og teir upplýsingar verða tøkir bara nakrar fáar minuttir eftir hvørt tóv.

Havstovan sigur nevniliga, at ein hitamátari er settur á trolið, sum sendir upplýsingarnar beinleiðis á internetið, har øll kunnu síggja teir.

Í næstum fer Jákup Sverri at gera yvirlitstrolingar á Føroyabanka, og við hesum nýggja amboði ber nú til at fylgja við, næstan beinleiðis, hvussu hitin á Bankanum er - tóv fyri tóv.

Sum sagt hava øll atgongd til tølini, men tað ber eisini til at síggja, hvussu hitin hevur verið. Til dømis ber til at síggja yvirlitstrolingina, sum júst hevur verið á Landgrunninum, og at taka tølini niður, eitt nú í eitt Excel-ark.

– Hetta er ein skjótur og ómakaleysur máti at fáa nógv nýggj dáta til vega, sum kunnu stuðla teimum vísindaligu kanningunum, sum Jákup Sverri longu ger, sigur Havstovan.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

22 tímar síðan

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46