Ongi úrslit

Fýrverks-sølur halda seg til reglarnar

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Hetta er tíðin tá ið nógv fýrverk verður selt - men tað eru rættiliga strangar reglur fyri, hvussu fýrverk skal goymast og hvussu tað skal seljast.

Og í tí sambandi gera løgreglan og Brunaeftirlitið nógv burtur úr at kanna um øll viðurskifti eru í lagi.

Í fyrradagin varð ein fýrverks-søla stongd, tí viðurskiftini ikki vóru eftir forskriftunum. Men har varð alt fingið í rættlag og longu í gjáramorgunin læt hon upp aftur.

Løgreglan sigur, at aftur í gjár kannaðu tey fýrverks-sølur, hesa ferð vóru tey í Eysturoy og í Havnini.

Tey siga, at sum heild sá alt gott út. Onkustaðni skuldi onkrar smærri tillagingar gera, onkur bingja við fýrverki skuldi flytast eitt sindur og onnur smærri viðurskifti. Eitt nú skal fýrverk, sum verður sýnt fram, standa eitt sindur burtur frá fólki.

Í dag fara løgreglan og Brunaeftirlitið til Suðuroyar at kanna fýrverks-sølurnar har.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

Í gjár kl. 22:00

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10