Ongi úrslit

Fyrsta málið hjá Akseli verður at lækka prísirnar á olju og bensini

Málið er bæði at betra um livikorini og at fáa yvirskot í landskassanum, men tað fyrsta verður at lækka gjøldini á bensin og disel

Jóannes Hansen
2 tímar síðan

Kenslurnar eru blandaðar ein sovornan dag. Men hetta havi eg vitað, síðani eg í desember 2022 tók við sum løgmaður, og hetta havi eg roynt áður, at tað kemur ein dagur, tá ið løgmansskeiðið er av.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, sum í dag bjóðaði vælkomið í Tinganesi, har Beinir Johannesen loysti hann av sum løgmaður.

Aksel V. Johannesen var løgmaður 2015 – 2019 og aftur 2022 – 26.

-Yvirskipaða málið er bæði at betra um livikorini hjá føroyingum og serliga teimum, ið hava ov lítið at liva av, og at fáa yvirskot í landskassan. Í fjør var talan um lítið yvirskot, og vit fara at arbeiða miðvíst við, at yvirskotið skal verða uppaftur størri. Hvussu tað fer at eydnast valdast eisini um altjóða viðurskifti. Í løtuni síggja vit, at prísirnir á olju og bensini eru ógvuliga høgir. Tað ávirkar livikorini hjá føroyingum og vinnuni, og tað ber eisini við sær, at MVG inntøkurnar av sølu av olju og bensini vaksa, sigur Aksel V. Johannesen, og hann heldur fram:

-Tað fyrsta, sum eg fari at gera verður at leggja uppskot fyri tingið um fyribils at lækka avgjaldið á olju og bensin. Hvussu leingi fyribils verður valdast um, hvussu gongdin á altjóða marknaðinum verður. Í fyrstu atløgu verður tað einar tríggjar ella fýra mánaðir, og tað verður við øktu MVG inntøkunum av søluni av olju og bensini, at vit fara at fíggja mistu inntøkurnar av oljuavgjaldinum, sigur Aksel V. Johannesen landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Umframt at vera landsstýrismaður í fíggjarmálum umsitur Aksel V. Johannesen almennu partafeløgini. Eitt nú Føroya Tele, Altantic Airways og Føroya Banka.

-Lógaruppskotið um leigustuðul umsitur Margit Stórá, og tað verður vónandi lagt fyri tingið nú beinanvegin, og so er tað búskapartrotið. Har fara vit sambært samgonguskjalið at fyrireika tvey uppskot, sum vit vóna vera klár at leggja fyri tingið á ólavsøku. Annað er MVG afturbering í sambandi við bygging av smáum húsum og íbúðum. Talan er um lóg, sum verður tíðaravmarkað. Og so er tað tey, sum eiga nógvar ognir. Ætlanin er, at tey skulu betala skatt av vinningum, tá ið tey selja. Hetta verður ikki galdandi beinanvegin, men vit vóna, at tey fara at selja skjótt, so tað verða fleiri bústaðir tøkir, sigur Aksel V. Johannesen.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?

8. apríl kl. 11:38