Ongi úrslit

Fyrrverandi topp - ítróttarmaður heldur flaggrøðu

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Fámjin er flaggdags-bygd burtur av, tí tað var ein fámjiningur, sum teknaði Merki og fyrsta føroyska flaggið hongur eisini í kirkjuni í Fámjin.

Í Fámjin halda tey eisini flagdagin á hvørjum ári, og tað gera tey eisini í ár. Sostatt verður flaggdagshald í Fámjin leygardagin 25. apríl, og tað verður  klokkan 14.

Hesa ferð verður tað fyrr verandi topp - ítróttarmaðurin, okkara besti svimjari, Pál Joensen, sum heldur fkaggrøðuna, og Tvøroyrar Hornorkestur spælir.

Aftaná haldið eru øll vælkomin í Vesturhøll at fáa ein drekkamunn og tey hava eisini sunkist til børnini.

Á Flaggdegnum er tað eisini vanligt, at fól nýta høvi til at ganga, ella renna til Fámjins og tey fáa eisini vatn og frukt.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Silvurdrongur takkar fyri seg

Í gjár kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

Í gjár kl. 13:47