Ongi úrslit

Fýra koyrdu alt ov skjótt í gjár

Áki Bertholdsen
12 tímar síðan

Seinnapartin í gjár var løgreglan á ferð at kanna ferðsluna við ferðmátaranum.

Aftur hesa ferð vóru tey í Eysturoynni og har vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra alt ov skjótt.

Millum Fjarða, har tað er loyvt at koyra 80, varð ein bilførari tikin fyri at koyra 101, so tað var akkurát nokk til at hann bjargaði sær eitt klipp í koyrikortið, umframt bótina

Á einum strekki í bygdum øki í Søldafjørði, har tað er loyvt at koyra 50, vórðu eisini tveir bilførarar tiknir fyri at koyra alt ov skjótt. Teir koyrdu yvir 70, so teir fáa somuleiðis eitt klipp í koyrikortið.

Og stutt frá, í bygdum øki í Saltangará har tað er loyvt at koyra 50, varð ein tikin fyri at koyra 73, so hann fær eisini klipp koyrikortið.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

22 tímar síðan

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46