Ongi úrslit

FRUM skapar serliga listarliga uppliving í Listastovuni

Tónleikurin á teimum nýggju útgávunum hevur eitt gjøgnumgangandi tema um ringrásir – heilt frá uttast í alheiminum til innast í menniskjanum

Tíðindaskriv
5 tímar síðan

Fríggjakvøldið 13. februar verður Listastovan karmur um eina heilt serliga konsertuppliving, tá FRUM fer á pall. Salurin verður umskapaður til eitt univers, har FRUM – umframt tónleikin – eisini brúkar visuella list til at skapa eina samanhangandi heild, har elektroniskt og organisk, myrkur og ljós, møtast. Hetta verður tí ikki bara ein vanlig konsert, men ein listarlig heildaruppliving við tónleiki og visuellari list.

– Vit ynskja at skapa eitt rúm, har publikum ikki bara lurta, men traðka inn í eina heildaruppliving, sigur Jenný Kragesteen.

FRUM er tónleikaverkætlan hjá Jenný Kragesteen, sum hevur givið út tónleik síðan 2017. Við sínum tónleiki hevur hon ferðast runt í heiminum og staðið á alskyns pallum. Í 2023 setti hon upp eina stóra teaturkonsert í Norðurlandahúsinum, har tónleikur, sjónleikur og visuell list runnu saman í eina heild.

Í 2025 komu heili tvær heildarútgávur frá FRUM. Fyrst kom Whirlpool, og síðan føroyska útgávan Íða, sum hevur tað serliga eyðkennið, at føroyskir gestasangarar eru við á øllum løgunum.

Tónleikurin á teimum nýggju útgávunum hevur eitt gjøgnumgangandi tema um ringrásir – heilt frá uttast í alheiminum til innast í menniskjanum. Hetta kemur eisini greitt til sjóndar í framførslunum hjá FRUM, sum eru eyðkendar av sterkari visuellari gjøgnumførslu og einum greiðum listarligum samleika.

Til konsertina í Listastovuni hevur hon fingið sangaran Elinborg við sær, umframt poetin Beinir Bergsson, sum eisini fara at framføra saman við FRUM.

Elinborg er ein av mest sermerktu røddunum á nýggja norðurlendska tónleikapallinum. Við einum myrkum, filmiskum poppljóði og sterkum visuellum samleika hevur hon vakt altjóða ans – bæði við føroyskum og enskum útgávum.

Beinir Bergsson er ein týðandi rødd í føroyskum bókmentum. Hann hevur givið út trý yrkingasøvn og hevur verið tilnevndur til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins; yrkingar hansara kanna kærleika, longsul og samleika við dirvi og nærlagni.

Konsertin byrjar kl. 20.30, dyrnar lata upp kl. 20.00 og atgongumerki fáast á www.atgongumerki.fo og við dyrnar.

Framførslan er stuðlað av Økistónum.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Hevur seks túrar um dagin til Nólsoyar - vil hava broyting í

6. februar kl. 11:39

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Má ikki koyrast í mikrobylgjuovnin!

6. februar kl. 17:00

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

13 tímar síðan