Ongi úrslit

Framskundað nýggjárshald til í kvøld - men tað er ólógligt at skjóta fýrverk

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Sum vit hava skrivað áður í morgun, verður so ringt veður í annaðkvøld, at summastaðni er ætlanin at framskundað nýggjárhaldið til í kvøld.

Men eftir lógini er bara loyvt at skjóta fýrverk nýggjársaftan, nýggjársdag og annan januar. Tað vil siga, at í ár er bara loyvi at skjóta fýrverk í morgin, mikudagin, hósdagin og fríggjadagin.

Annars kann loyvi fáast frá løgregluni til at skjóta fýrverk aðrar tíðir og sostatt kann fýrverk ikki skjótast - í hvussu so er fyri midnátt í kvøld.

Men hjá løgregluni siga tey, at tað er bara í heilt serligum undantaksføri, at loyvi verður givið til tað. Og tað stendur einki í lógini um, hvørji hesi undantøkini kunnu vera.

Illveður á nýggárinum er hvørki óvanligt ella óvæntað, so tað verður ikki mett at vera nóg góð orsøk til at geva undantaksloyvi.

Løgreglan hevur fingið eini boð frá fútanum um, a tað er ikki heimild til at geva loyvi til at skjóta fýrverk í kvøld, tí at tað er ikki heimild fyri tí.

Vakthavandi hjá løgregluni sigur, at teimum kunnugt eru ongar umsóknr komnar um at fáa loyvi til at skjóta fýrverk í kvøld

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

Í gjár kl. 22:00

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10