Navia á Toftum hevur seinastu árini havt eina støðuga og jaliga gongd. Fyritøkan hevur ment seg á fleiri økjum – serliga innan vøruúrval, sølu og framleiðslu.
Tað hevur styrkt Navia sum eina føroyska fyritøku, sum sameinir siðbundið handverk við modernaða sniðgeving og nýggja tøkni.
Alt verður nú framleitt á Toftum – við nýggjastu tøkni
Fyri umleið trimum og einum hálvum ári síðan gjørdi Navia stórar broytingar í framleiðsluni. Har, sum alt áður varð gjørt uttanlands, verður nú øll vøran – frá fyrstu til seinastu hond – framleidd á Toftum. Hetta hevur havt við sær, at fleiri starvsfólk eru komin afturat í framleiðsluni, og at fyritøkan í dag stendur við einum betri riknum og meira sjálvstøðugum framleiðsluumhvørvi.
Navia hevur valt at satsa upp á nýggjastu tøkni og brúkar í dag 3D-bindimaskinur til at framleiða klæðini. Tey byrjaðu við einari maskinu og hava nú fýra í drift. Við hesi tøkni kunnu tey framleiða liðug klæðir – so sum hosur, húgvur, buksur og troyggjur – beinleiðis úr maskinuni.
Tað, at framleiðslan fer fram í Føroyum, merkir eisini, at vøruúrvalið er blivið fjølbroyttari og meira sermerkt. Navia velur at framleiða í smærri mongdum, og hetta ger vørurnar meira serligar og persónligar fyri tann einstaka kundan. Hetta hevur eisini vakt ans millum útlendingar, sum eru serliga áhugaðir í føroysku framleiðsluni og siðbundna sniðnum, ið Navia sameinir við nútímans tøkniloysnir.
Hóast Navia hevur sínar røtur á Toftum, hevur fyritøkan í dag eitt altjóða rák í søluni. Høvuðsmarknaðurin er framvegis í Føroyum, har tey reka tríggjar handlar og selja nógv til bæði føroyingar og ferðafólk. Serliga ferðandi hava víst stóran áhuga fyri liðugt framleiddum klæðum, ið bera føroyskan dám og eru framleidd á staðnum.
Samstundis verður ein stórur partur av vørunum seldur uttanlands. Sølan er í dag býtt áleið javnt millum heimamarknaðin og útlandið – umleið 50% verður selt í Føroyum og 50% fer til útlendskar kundar.
Tá tað kemur til tógv – ið eisini er ein stórur partur av virkseminum – verður umleið helvtin selt til útlandið. Sølan av tógvi er býtt umleið 50/50 millum føroyska marknaðin og útlendskar kundar.
Menning og varðveiting av føroyskum bindimynstrum og sniði
Í Navia hevur sniðgeving stóran týdning, og fyritøkan byggir á egnar útbúnar sniðgevar, sum arbeiða við at skapa nýggj og nútímans klæðir. Samstundis verða eisini nýttar útlendskar granskingar og trendanalysur fyri at tryggja, at vørurnar fylgja við tí, sum er aktuelt – bæði í litum, sniði og tøkni.
Tá tað kemur til tógv og ull, leggja tey serliga dent á at brúka føroyska ull og varðveita føroysku bindimynstrini. Hetta er kjarnin í tí, sum Navia stendur fyri: At sameina føroyska mentan og handverk við nútímans sniðgeving og framleiðslu.
Navia læt upp ein nýggjan handil á Vágsbotni 12. apríl, eftir at hava keypt og renoverað bygningin.
- Móttøkan hevur verið sera góð, við nógvum vitjandi, bæði føroyingum og útlendingum. Handilin hevur ikki ávirkað søluna á Toftum ella SMS, sum tykist vísa, at Vágsbotnur manglaði ein líknandi handil, og kundarnir gleðast um at fáa sama vøruúrval sum Andreas í Vágsbotni hevði - serliga regnklæðir og stivlar, sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia.
Handilin á Toftum bjóðar tó eina serliga uppliving, tí her er verksmiðja, har kundarnir gjøgnum ein glasvegg kunnu síggja troyggjur verða framleiddar í 3D-tøkni. Hetta skilir toftahandilin frá handlunum í SMS og Vágsbotni.
Navia er tað mest framkomna bindaríið í danska kongaríkinum.