Ongi úrslit

Frælsisfuglurin

Sámal Matras Kristiansen
1 tími síðan

Mynd: Copilot

So leingi tú í búri tínum kúrdi

og droymdi tínar dreymar vítt um heim.

Á pinni tínum kropin, syrgin stúrdi

dagdroymandi um gleði og um gleim.

 

Men knappliga tú merkti okkurt henda:

títt búr varð skakað - opin stóð nú grind.

So skjótt, óvæntað tíðir kunnu venda.

Tú merkti undir veingjum frælsisvind.

 

Tú fleyg úr tínum búri - frælsur, fríur.

Tú slitið hevði tykistrælabond.

Flótt fjaðrar tínar kíndi vindur blíður

- bar dreymar um at vitja heimsins lond.

 

Í búrinum hvønn dag tú fekk títt fóður,

og vatn hvønn dag rann frískliga í bað.

Av vælveruni gjørdist tú tó móður.

Tú heldur vildi kvøða frælsislag.

 

Hvør var tað so, tær veitti frælsisløtu?

Hvør var tað so, tær vilja gav og vón?

Vónandi tú neyt ta kenslu søtu,

nú brátt tú tikin vart av kattaklóm.

 

Sámal Matras Kristiansen
á Kypros, januar 2026

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Myndir: Lív í umborð

15. januar kl. 19:20

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41

Myndir- Vunnu við 13 málum!

18. januar kl. 18:49