Forsøgn galdandi til sunnumorgunin
Lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, tó í støðum upp í frískt lot, 8 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt, tó í støðum mjørki og tám. Hitin 12 til 16 stig.
Út á kvøldið dregur saman til skýggjað og hann trilkar vindin. Í nátt frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður, og sum frálíður regn. Hitin 10 til 14 stig.
Sunnudagin
Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, samdrigið og eina løtu regn, í støðum mjørki og tám. Tá líður á seinnapartin minkar hann vindin niður í lítið lot og lækkar niður í sunnan, minni enn 5 m/s, tað klárnar og slítur í. Út á kvøldið lot til frískt lot og hækkar aftur upp í eystan, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og okkurt æli. Hitin 11 til 15 stig.
Mánadagin
Lot til frískan vind lot eystan og av landsynningi, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og út á seinnapartin ælaveður og møguliga eitt skifti regn. Hitin 11 til 15 stig.
Týsdagin
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s og út á dagin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Móti kvøldi lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s 10 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 10 til 14 stig.
Mikudagin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sólglottar og turt fyri tað mesta. Hitin 10 til 14 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sólglottar og turt fyri tað mesta. Hitin 10 til 14 stig.