Ongi úrslit

Forsøgn galdandi til leygarmorgunin

Jóhanna Højgaard
29. august kl. 11:48

Forsøgn galdandi til leygarmorgunin

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skýggjað og í støðum tám ella mjørki, mest eystanfyri, men í støðum eisini sólglottar, mest norðanfyri og vestanfyri. Í kvøld og í nátt okkurt ælið, og hann minkar vindin niður í lot, minni enn 5 m/s. Hitin 10 til 14 stig.

Leygardagin

Lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið, í støðum mjørki og tám, mest eystanfyri. Hitin 11 til 16 stig.

Sunnudagin

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, samdrigið og eina løtu regn, í støðum mjørki og tám. Tá líður á seinnapartin minkar hann vindin niður í lítið lot, minni enn 5 m/s, tað klárnar og slítur í. Um náttina lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 11 til 15 stig.

Mánadagin

Lot til frískan vind lot eystan og av landsynningi, 3 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað og okkurt ælið ella eitt skifti regn. Hitin 11 til 15 stig.

Týsdagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 10 til 14 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sólglottar og turt fyri tað mesta. Hitin 10 til 14 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Skal ungdómurin eggjast at droyma kommersielt?

29. august kl. 23:43

Stolnir málningar á rótikassanum

28. august kl. 13:32

Tvær bygdir í Suðuroy fáa grind í dag

Í gjár kl. 16:39

Nú er neyðugt at verða serliga varin tá ið farið verður eftir nátungum

26. august kl. 12:15

Suðuroyartunnilin vendir Suðuroynna á høvdið

Í gjár kl. 10:12

Háaktuelt: Vilmund á veg til Rødbygaard – brot úr lívssøgu hansara

29. august kl. 14:18