Ongi úrslit

Føroyar taka nú næsta stig á leiðini móti limaskapi í WTO

Nú er umsóknin send, og vit fara víðari við arbeiðinum at vinna Føroya betri handilsavtalur við onnur lond

Javnaðarflokkurin
21. november kl. 18:30

Føroyar taka nú næsta stig á leiðini móti limaskapi í WTO

Umsóknin um sjálvstøðugan limaskap í WTO er send.

- Niðurstøðan hjá serligu §6 trætunevndini staðfesti í vár, at Føroyar kunnu gerast limur í WTO. Tað var ein stórur sigur fyri Føroyar, tí danir hava tvíhildið um, at tað løgfrøðiliga ikki bar til innan heimastýrislógina.

Nú er umsóknin send, og vit fara víðari við arbeiðinum at vinna Føroya betri handilsavtalur við onnur lond, sigur løgmaður og formaður Javnaðarfloksins Aksel V. Johannesen.

Miðað verður eftir, at umsóknin verður viðgjørd á komandi WTO-ráðsfundinum í desember. Sannlíkt tekur tað á leið trý ár at koma á mál við at gerast limur í heimshandilsfelagsskapinum WTO.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48