Føroyar fara hvørki upp ella niður

Stórt verjukiks bar við sær, at tað ikki eydnaðist at halda tætt, og í hinum endanum var heilt stórur møguleiki misnýttur

Jóannes Hansen
17. november 2024 kl. 17:20

Trý stig var minsta kravið, fýra stig hevði verið væl og virðiliga at liva við, og ynskidreymurin var at vinna báðar dystirnar.

Soleiðis varð roknað í føroysku leguni undan fráferðini til tveir teir síðstu útidystirnar.

Hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen var setningurin at sleppa undan niðurflyting í bólk D, ið er tann niðasti í Nations League. 1-0 sigurin í Armenia hóskvøldið bar við sær, at Føroyar ikki flyta niður.

Í Norðurmakedónia í dag var vónin, at tað fór at eydnast at vinna í hvussu so er eitt stig. Um tað eydnaðist at vinna ella spæla javnt, so fóru Føroyar at spæla um uppflyting í bólk D.

Tað eydnaðist ikki.

Royndirnar siga, at hesir dystirnir eru málfátækir. Tí var fyrsta treytin fyri góðum úrsliti í norðurmakedónska høvuðsstaðnum Skopje, at heimaliðið ikki fekk mál. Og um Føroyar skuldu vinna, so var neyðugt, at føroysku spælararnir skoraðu í hvussu so er eitt mál.

Tað eydnaðist ikki at halda heimaliðnum frá at skora. Ein stórur tími var farin, tá ið stórt mistak í føroysku verjuni kostaði mál. Bólturin var spældur fram eftir miðásinun. Tað sá ikki so vandamikið út, men Gunnar Vatnhamar var óheppin, tá ið hann royndi at sparka burtur, og so var Bojan Miovski leysur, og tað var eingin trupulleiki hjá honum at leggja bóltin framvið Bárði á Reynatrøð, sum í dag vardi føroyska málið.

Í hinum endanum høvdu føroyingarnir ein heilt stóran møguleika, tá ið Brandur H. Olsen streyk ígjøgnum í vinstru og legði flatt innfyri. Mitt fyri málinum var Petur Knudsen, sum í dag var fremsti maður, leysur, men ólukkutíð rakti hann ikki bóltin.

Tapið ber við sær, at Føroyar endaðu á triðja plássi í bólkinum. Tað verður eingin uppflyting, og tað verður eingin niðurflyting.

Nú er landsliðið á veg til hús, og hetta fótbóltsárið er liðugt.

FSF setningurin er nú at finna nýggjan landsliðsvenjara, meðan Eyðun Klakstein og Atli Gregersen aftur fara at savna seg um U-21 landsliðið.

Í næsta mánað verður greitt, hvørjum Føroyar fara at spæla ímóti í HM undankappingini, sum verður í 2025.

 

Norðurmakedónia – Føroyar 1-0 (0-0)

1-0: Bojan Miovski, 62

National Arena Todor Proeski

Dómari: Daniel Schlager, Týskland

Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jann J. Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen (Sølvi Vatnhamar, 85.), Brandur Hendriksson Olsen (Adrian Justinussen, 85.), Hallur Hansson (René Shaki Joensen, 58.), Meinhard E. Olsen (Jóannes Bjartalíð, 79.) – Petur Knudsen (Páll Klettskarð, 79.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Mattias H. Lamhauge, Teitur Matras Gestsson, Arnbjørn Svensson, Poul Kallsberg, Ási P. Dam, Noah Mneney, Jóannes Kalsø Danielsen

Venjari: Eyðun Klakstein

Hjálparvenjari: Atli Gregersen