Tað er ikki 100 prosent staðfest, men eftir 35-30 heimasigur móti Íslandi í kvøld skal tað vilja verri enn illa til, um føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti ikki verður við í EM endaspælinum í desember.
Tað verður í Eystureuropa og Turkalandi, og tað er einki at ivast í, at føroyskir fjepparar í adventini fara at fylgja við landsliðnum.
-Nú skulu vit ikki kanna okkum bitan, áðrenn hann er svølgdur. Teoretiskt er møguleiki fyri, at vit ikki vinna næstfremsta plássið, men nú sær tað út til, at vit í hvussu so er vera millum bestu tríararnar. Vit fegnast um sigurin í kvøld og um stóru menningina, sum liðið hevur verið í og framvegis er í. Tað hava vit sæð við góðu úrslitunum sum eitt nú Spania og Montenegro, og vit rokna við, at talan fer framvegis at vera um menning, tí fleiri av spælarunum flyta til uppaftur størri feløg, enn tær nú umboða, og ivaleyst fara aðrar av landinum, sigur væl nøgdi Andrass Thomsen, sum er stjóri í HSF.
Eftir 18-16 í fyrra hálvleiki vunnu Føroyar 35-30 ímóti Íslandi. Sigurin kundi havt verið uppaftur størri. Venjararnir valdu í seinna hálvleiki at geva øllum møguleikan. Tað var góð íløga, tí tá var tað longu greitt, at talan fór at verða um trivaligan sigur.
