Ongi úrslit

Føroyar eru í triðja styrkislagi

Nú er tað greitt, at Føroyar fara ikki at spæla í Turkalandi og Slovakia

Hondbóltssamband Føroya
2 tímar síðan

Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis í dag:

EM-lutakast hósdagin

Komandi hósdag, tann 16. apríl kl. 17.00, føroyska tíð, verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Oradea ella Cluj-Napoca í Rumenia, í Brno í Kekkia ella Katowice í Póllandi.

Føroyar fara ikki at spæla í Antalya í Turkalandi ella í Bratislava í Slovakia, hetta tí at Føroyar eru í sama styrkislagi sum Turkaland og Slovakia. Millumumførini verða leikt í Cluj-Napoca í Rumenia og Katowice í Póllandi, har finaluvikskiftið eisini verður leikt.

Lutakastið verður í Katowice og kann stroymast á ehfttv.com og Home of Handball á youtube.

Styrkismetingina sær soleiðis út:

Pottur 1: Noreg, Danmark, Ungarn, Frakland, Svøríki, Niðurlond

Pottur 2: Týskland, Montenegro, Pólland, Rumenia, Spania, Kekkia

Pottur 3: Turkaland, Slovakia, Slovenia, Sveis, Eysturríki, Føroyar

Pottur 4: Kroatia, Serbia, Ísland, Norðurmakedonia, Ukraina, Grikkaland

EM-endaspælið verður leikt í døgunum 3. til 20. desember í Katowice í Póllandi, Cluj-Napoca og Oradea í Rumenia, Bratislava í Slovakia, Brno í Kekkia og Antalya í Turkalandi. Les meira um endaspælið her:

https://www.eurohandball.com/.../all-you-need-to-know.../

Mest lisið hesa vikuna

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?

8. apríl kl. 11:38