Ongi úrslit

Føroyar eru framvegis á odda

Talv: Tað gekk upp á stás í dag. Góði 3-1 sigurin í oddadystinum móti Kýprós í morgun fløvaði sum vera man, og seinnapartin settu teir trumf á við 4-0 móti Liktinstein

Talvsamband Føroya
2 tímar síðan

Føroyar gjørdu bart í báðum mikudagsdystunum í dag, og kunnu nú sjálvar avgera smálandakappingina í talvi við góðum endaspurti fríggjadagin og leygardagin.

Í morgun vann føroyska talvlandsliðið 3 - 1 í toppdystinum móti Kýprós, og seinnapartin vunnu okkara menn 4 - 0 á Liktinstein.

Í morgin er frídagur á Kýprós.

Tað gekk upp á stás í dag. Góði 3-1 sigurin í oddadystinum móti Kýprós í morgun fløvaði sum vera man, og seinnapartin settu teir trumf á við 4-0 móti Liktinstein.

Einasta broyting á liðnum var, at unglingarnir skiftu á fjórða borði. Jón í Horni Nielsen, sum vann í morgun, víkti sætið, og Elias Petersen tók hansara pláss.

Helgi Dam Ziska telvaði aftur ógvuliga sannførandi, og vann lættliga. Sama gjørdi Luitjen Akselsson Apol, sum hevur staðið seg ógvuliga væl. Telvararnir við svarta fólkinum máttu kýta seg. Hvørki Høgni ella Elias komu væl frá byrjanini, men báðir stríddust væl og vóru mentir at venda gongdini.

7. umfar (mikudagin 21. november)

Føroyar - Liktinstein 4 - 0

GM Helgi Dam Ziska (2543) - Markus Krieger (2168) 1 - 0

IM Høgni Egilstoft Nielsen (2385 )- Andrew Heron (2065) 1 - 0

Luitjen Akselsson Apol (2288) - Marcel Mannhart (2087) 1 - 0

Elias Petersen (2004) - Renato Frick (1908) 1 - 0

Drúgvi mikudagurin

6. umfar (19. november kl. 07:30)

Kýprós - Føroyar 1 - 3

Andorra - Monako 2½ - 1½

Liktinstein - Luksemburg 1 - 3

Jersey - Malta 2½ - 1½

San Marino - Guernsey 1½ - 2½

7. umfar (19. november kl. 13:30)

Føroyar - Liktinstein 4 - 0

Luksemburg - Andorra 1½ - 2½

Guernsey - Kýprós ½ - 3½

Malta - San Marino 3½ - ½

Monako - Jersey 3 - 1

Støðan eftir sjey umfør

1. Føroyar 12 stig (22 borðstig)

2. Andorra 12 (19½)

3. Kýprós 11 (20)

4. Luksemburg 9 (20)

5. Monako 7 (14½)

6. Liktinstein 7 (11½)

7. Malta 4 (13)

8. Jersey 4 (9½)

9. Guernsey 3 (6)

10. San Marino 1 (5½)

Føroyar eru nú á odda í kappingini. Í dystarstigum stendur á jøvnum millum Føroyar og Andorra, men Føroyar hava munin í borðstigum. Tað kann fara at gerast avgerandi.

Mest sannlíkt er, at oddaliðini kunnu vinna dystirnar, ið eftir eru. Hendir tað, verða borðstigini avgerandi. Tí ræður um hjá Føroyum at fáa sum mest burturúr í dystunum í áttanda og níggjunda umfari. Í løtuni hava vit hálvttriðja stig meira enn Andorra.

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum higartil er henda:

Helgi Dam Ziska 5½/7

Høgni Egilstoft Nielsen 4½/6

Luitjen Akselsson Apol 5½/6

Jón í Horni Nielsen 3½/6

Elias Petersen 3/4

Endabresturin
Nú eru sum nevnt tvey umfør eftir. Føroyar hava Guernsey og Malta eftir. Andorra hevur Liktinstein og Jersey.

Í morgin er einasti frídagur hjá telvarunum í Larnaca.

8. umfar (fríggjadagin kl. 13:00)

Føroyar - Guernsey

Liktinstein - Andorra

Kýprós - Malta

Jersey - Luksemburg

San Marino - Monako

9. umfar (leygardagin kl. 12:00)

Malta - Føroyar

Andorra - Jersey

Monako - Kýprós

Luksemburg - San Marino

Guernsey - Liktinstein

 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

13 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

7 tímar síðan