Ongi úrslit

Fólkavøkstur og bústaðartrotið í Fuglafirði

– Vit hava brúk fyri grundstykkjum og íbúðum, sigur Dávur Juul, borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
19 tímar síðan

Fólkatalið í Fuglafjarðar kommunu hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini. Síðan 1. januar 2015 er fólkatalið vaksið úr 1.511 upp í 1.644 – ein vøkstur upp á 133 fólk. Men hóast hesa jaligu gongd, so eru ábendingar um, at vøksturin kundi verið enn størri, um fleiri bústaðir vóru tøkir. 

Fólk flyta til og frá – tey ungu fara út at lesa

Flytingin í kommununi fylgir eini ávísari árstíðarbinding, og tað eru serliga tey ungu, sum flyta av landinum í lestrarørindum. Samstundis vísa tølini, at ávísur vøkstur er í teimum yngru bólkunum. 

Í apríl 2025 vóru 153 børn í aldrinum 0–6 ár í kommununi – eitt lítið fall samanborið við 2019–2022, tá hægsta talið var 162. 

Vaksnamannabólkurin (16–66 ár) telur nú 1.003 fólk, ein støðugur vøkstur úr 935 í 2015. Hóast talið av fólki eldri enn 67 ár er minkað seinastu trý árini, er hesin bólkurin kortini vaksin úr 248 upp í 278 síðan 2015. 

– Tað er bústaðartørvurin, ið heldur aftur vøkstrinum, sigur Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu. 

Hann sigur seg ikki hava ítøkiliga greining av orsøkini til útflyting, men hansara uppliving sum borgarstjóri seinastu fýra árini vísir greiða mynd: Tørvurin á grundstykkjum og íbúðum er tann stóra forðingin fyri skjótari fólkavøkstri.


Kommunan bjóðar eitt virkið og fjølbroytt lív 

Fuglafjarðar kommuna roynir á ymsan hátt at skapa góðar karmar fyri barnafamiljur og einstaklingar. 

– Vit hava góð tilboð til allar aldursbólkar, sigur borgarstjórin og nevnir dagstovnapláss, nýggjan barnaskúla sum er meira enn bara ein skúli, og eitt breitt úrval av frítíðarvirksemi: Svimjing, fótbólt, fimleik, dart, skótar, kvøldskúli, hornorkestur og trúarlív. 

Tað, sum haltar, eru karmarnir at búgva. Størsta avbjóðingin er at skaffa byggilendi og bústaðir. 

Lítið ella einki er at leiga og hús, sum standa til sølu, verða seld beinanvegin. 

Bústaðartrotið er staðfest. Beint nú er bert ein bústaður tøkur til keyps á sølulista, men eingi leigumál eru tøk í Fuglafirði. 

Hann nevnir dømi um, tá 18 íbúðir hjá Bústøðum vórðu lidnar og leigaðar út. Tá komu fleiri hús til sølu – tey vórðu seld beinanvegin og til góðan prís. Tað vísir, at tørvurin er stórur, og at marknaður er til at byggja fleiri íbúðir. 


Trupulleikar við at fáa byggilendi í Fuglafirði

At fáa fatur á byggilendi í Fuglafirði vísir seg at vera ein avbjóðing av fleiri orsøkum. Ein av høvuðsorsøkunum er, at nærum allur jarðarognir í kommununi er privat og smábýtt. Hetta merkir, at fyri at útvega eitt grundstykki, krevst ofta, at tað verður keypt frá fleiri ymsum eigarum. Hetta ger tilgongdina bæði tunga og drúgva. 

Harumframt finst eisini tann trupulleikin, at ein partur av byggilendinum liggur í einum haga, sum er ogn hjá einum haga, ið seks aðrir hagar eisini eiga part í. Hetta skapar óvissu og forðingar, serliga av tí, at lógarverkið á hesum økinum ikki er dagført. 

Ein eyka forðing er, at jarðarognin í summum førum ikki er gjørd endaliga upp, tá eigarin er deyður. Hetta førir við sær, at tað kann vera sera torført at finna rætta eigara ella arving, og krevur tí nógv arbeiði frá umsitingini. 

Hóast tað ikki er ein trupulleiki, at fólk ikki vilja selja, so er størsta avbjóðingin sjálvmannagongdin og langa avgreiðslutíðin hjá bæði Umhvørvisstovuni og Tinglýsingini. Í fleiri førum kann tað taka ár at fáa eitt lendiskeyp endaliga avgreitt. 

Óútgrivin grundstykkir í Fuglafjarðar kommunu verða seld fyri fastan fermetraprís, sum í løtuni er 160 krónur fyri fermeturin. 

Kommunan upplýsir, at ongin bíðilisti er til barnaansing, og at tøk pláss eru á dagstovnum. Eisini er rúm í skúlanum at taka ímóti fleiri næmingum, skuldi fólk valt at flyta til økið.


Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Epstein var ikki dripin í klivanum

8. juli kl. 19:41