Ongi úrslit

Fólkaræði uttan lóggevandi trúgv

Páll á Reynatúgvu
10 tímar síðan

So ella so, eru vit øll ferðandi í hesum heimi, har sjálvskaptar avbjóðingar, ella náttúrubroytingar, gera at fortreytirnar fyri okkara liviumstøðum broytast.

Flestu føroyingar, eru komnir av norska vestlandinum, men í dag eru vit føroyingar, ættaðir úr fleiri enn 100 ymiskum londum.

Mentanin er fjølbroytt, men kortini gróðursett við fólkaræðisligari hugsan, og einum kristnum grundvølli, hóast sambandið til trúnna er ymiskt.

Í einum upplýstum fólkaræði, sum okkara, hava fólk loyvi at trúgva eftir egnari hugsan.

Eftir mínum tykki er tað, júst tað sum eitt fólkaræði eigur at gera. Loyva fólki at hava egna hugsan um lítið og stórt. Og brúka okkara fólkaræði, sum eftir mínum tykki eigur at vera ómissandi, sum løðastein fyri teimum broytingum vit ynskja, sohvørt tíðin líður.

Tí er tað eisini neyðugt og avgerandi fyri, hvør kann búgva í okkara landi, at tey í tanka og trúgv, virða okkara fólkaræði, sum evsta lóggevandi vald í landinum, og harvið tey mannarættindi, sum vit gjøgnum øldir hava ment.

Viðurkennir tín trúgv, ella tín áskoðan ikki grundsúlurnar um fólkaræði , javnstøðu, ella talufrælsi, so eru Føroyar ikki títt land. So er betur at tú búsetur teg, har tínir javnlíkar búgva.

Páll á Reynatúgvu

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

14 tímar síðan