Ongi úrslit

Flytførar og vaksnar laksalýs smitta ikki millum alibrúk, men tað gera seiðalýs

Tíðindaskriv
4 tímar síðan

Í grein sum júst er útgivin í vísindaliga tíðarritinum Aquaculture, verður staðfest at flytførar og vaksnar laksalýs ikki smitta millum alibrúk. Seiðalús smittar hinvegin í stóran mun við at vaksnar lýs ferðast millum fisk.

Lús er ein áhaldandi avbjóðing í alivinnuni og nógv verður gjørt fyri at halda smittuni niðri. Ein spurningur sum ofta verður settur, er um laksalýs sum detta av laksinum í samband við avlúsingar kunnu smitta onnur alibrúk og harvið økist lúsasmittan á alibrúkum aðrastaðni, tá tað verður avlúsa. Granskarar á Firum hava saman við Bakkafrost og Universitetinum í Bergen nýtt tey góðu føroysku lúsahagtølini sum eru savnað í eini databasa hjá Heilsufrøðiliga starvsstovan til at eftirkanna hetta í verkætlan, sum er fíggja av FHF - Fiskeri- og havbruksnæringens forskningsfinansiering.

Úrslitini vísa greitt, at tað er sera sjáldsamt at laksalús setur seg á fiskin sum vaksin ella flytfør lús. Laksalús smittar einamest við at larvur ferðast við streyminum til tær finna ein vert og síðan búnast víðari. Av teimum tilsamans 1.492 aliringunum sum vóru í datasettinum, var tað bara ávíst í 50 ringum, at laksalús var komin á fiskin sum flytfør ella vaksin, og av hesum var tað bara í 5 førum at nærmasta kelda til lús var eitt annað alibrúk, ella ein onnur ikki staðfest kelda.

Seiðalús er eisini vanlig á alifiski eins og hon finst á flestu fiskasløgum kring oyggjarnar. Tá hugt var eftir smittu við seiðalús, var søgan ein helt onnur. Vaksnar seiðalús, sum skifta vert stóðu fyri heili 44% av smittutrýstinum, og í tíðarskeiðnum tá seiðalúsatalið á alifiski økist var tað einamest smitta við vaksnum lýs. Hetta ger, at avbjóðingin við hvussu seiðalúsin smittar, er heilt annarleiðis enn laksalús. Tí ber tað ikki til at kopiera fyribyrgingar- og avlúsingar hættir móti seiðalús frá tí vitanini, sum í dag er um laksalús.

Í alivinnuni bæði í Føroyum og uttanlands er sera stórt fokus á laksalús, bæði tá tað kemur til gransking og eftiransing, meðan vitanin um seiðalús er sera avmarkað. Okkum vitandi er Føroyar einasta landið sum regluliga skrásetir seiðalús í lúsateljingunum og harvið finst  longu eitt datasett har til ber at grava nógv meira vitan fram um seiðalús.

Tað er Fiskeri- og havbruksnæringens forskningsfinansiering, eisini kallað FHF, sum hevur fíggja hetta granskingararbeiðið. FHF er eitt norskt alment partafelag, sum er 100% fíggja av norsku fiski- og alivinnuni gjøgnum eitt granskingar og nýskapanar avgjald á 0,3% av útflutningsvirðunum. Sostatt er tað vinnan sjálv, sum fíggjar granskingina og arbeiði hjá FHF er tætt knýtt at tørvinum í vinnuni. Verkætlanir hjá FHF vera settar í gongd við støði í avbjóðingum og møguleikum, sum vinnan sjálv peikar á. Endamálið er at skapa meirvirðið gjøgnum vinnurættaða gransking og nýskapan, og at tryggja, at úrslitini kunnu takast beinleiðis í nýtslu og føra til virðisskapan og vøkstur.

Tað er Gunnvør á Norði, granskari á Firum, sum stóð á odda fyri hesi verkætlan, saman við Birgittu Andreasen, Kirstin Eliasen, Tróndi Kragesteen, Signar Pætursonur Dam og Lars Are Hamre.

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Tað er rein satanisma

21 tímar síðan

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14