Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar til komandi skúlaár var úti á midnátt 15. mars, vóru 828 umsóknir komnar inn.
Tað er áleið tað sama sum í fjørð. Gongdin hevur annars verið minkandi síðan 2015, men tað tykist sum at stóra minkingin, sum hevur verið seinastu árini, er avhæsað.
Undirvísingarstýrið sigur, at 645 umsøkjarar søktu inn á gymnasialu breytirnar. Tað vil siga 32 umsøkjarar fleiri í ár enn í fjør.
Tilsamans søktu 163 umsøkjarar inn á yrkisnám í ár, sum eru 13 umsøkjarar færri enn fjør. Á yrkisnámi var el-breytin toppskorarin í ár, eins og í fjørð.
Um vit hyggja at breytunum á gymnasialum miðnámi, er stóri toppskorarin í ár, eins og undanfarin ár, náttúrubreytirnar. Á øllum trimum miðnámsskúlunum søktu flestu næmingarnir inn á náttúrubreytirnar. Búskaparbreytirnar vóru á øðrum plássi.
Hinvegin søktu 76 inn á hugbreytirnar, sum eru 12 umsøkjarar færri enn í fjør - og 78 umsøkjarar færri enn 2022.
Tað er ymiskt, hvussu nógvir næmingar eru á hugbreytunum á skúlunum.
Eitt nú hava 33% av næmingunum í Miðnámi í Suðuroy søkt inn á hugbreyt, men tey sum hava søkt á hugbreyt eru 17% á Kambsdali og 9% á Glasir.
Undirvísingarstýrið sigur, at 55% av umsøkjarunum á miðnámi eru gentur og 45% eru dreingir.
Genturnar eru betri umboðaðar á gymnasialum miðnámi, men dreingirnir eru munandi betri umboðaðir á yrkisútbúgvingunum - tó undantikið klædnaatstøði og hárfríðkan, har flestu umsøkjarar eru gentur.
Hetta kynsbýtið sæst eisini aftur á skúlunum, har 77% av næmingunum á Tekniska Skúla í Klaksvík eru dreingir og 65% av næmingunum á Miðnámi á Kambsdali, og 55% av næmingunum á Glasir, eru gentur.
20 umsøkjarar søktu inn á Heilsuskúlan í Suðuroy, 7 til Heilsuhjálpara og 13 til Námsfrøðihjálpara.
Heilsurøktaraútbúgvingin verður ikki boðin út í hesum umfarinum, men verður boðin út seinni í vár.